Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Sundhedkort og val av lækna:

Tá tú boðar kommununi frá, at tú ert flutt/ur, skalt tú eisini velja ein lækna. Tú kanst skifta lækna aftur á borger.dk, um tú ynskir tað, men tað kann hava eitt ómaksgjald.

Tá ið tú hevur valt tær ein lækna, fært tú sendandi eitt sjúkratryggingarprógv – Sundhedskort – sum gevur  tær rætt til ókeypis læknahjálp.

Einki gjald verður tikið fyri sjúkratryggingina.