Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Ferðastudningur til útisetar

Tú kanst søkja um ferðastudning frá Studna eina ferð um árið. Lesandi, sum hava uppihaldsskyldu, kunnu søkja ferðastudning til børnini. Stuðilstíðin er framhaldslestur í 6 ár – í mesta lagi 1 ár meira enn ásetta lestraríð.

Tú skalt lúka ávísar treytir viðvíkjandi tilknýti til Føroyar. Treytirnar eru:

  • Búð í Føroyum í minsta lagi 2 av teimum seinastu trimum árunum beint áðrenn lestrarbyrjan.
  • Búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan.
  • Góðkend heiltíðarútbúgving uttanfyri Føroyar – 1 lestrarár ella longri.
  • Heiltíðarlesandi – í minsta lagi 20 tímar um vikuna.
  • Lestrarvirkin – ikki verða meira enn 1 ár afturút.

Upphæddir (2023): Danmark 1.500 kr., Evropa 3.100 kr. og aðrastaðni 4.100 kr.

Nærri fæst at vita á heimasíðuni hjá Studna: www.studni.fo, har kunngerð, vegleiðing og umsóknarbløð eru at finna.

Umsóknarfreist
Ferðastuðulin kann ikki søkjast, fyrenn hálvt lestrarár er runnið og skal søkjast innan lestrarárið er úti. Tey, sum byrja um heystið, skulu søkja um várið (umsóknarfreist 30. juni). Tey, sum byrja um várið, skulu søkja um heystið (umsóknarfreist 31. desembur).