Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
februar 22, 2013 by Bloggur, Skattur No Comments

Frá 4. mars kanst tú síggja ársuppgerðina hjá tær á heimasíđuni hjá SKAT – www.skat.dk  – log á Tast Selv Borger við NemId.

Les uppgerðina gjølla ígjøgnum og kanna eftir um tølini eru røtt. Um tølini eru røtt er ikki neyðugt at gera meira.Um tølini eru skeiv ella tað mangla upplýsingar, skalt tú broyta hettar í seinasta lagi 1. mai 2013.

Viðvíkjandi “Udvidet Selvangivelse” og “Selvangivelse for udenlandsk indkomst” er freistin 1. juli 2013.

Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2012 og frádrátturin ikki er við á uppgerðini, skalt tú skriva føroyafrádráttin á, tí tað gongur ikki automatisk. Log á www.skat.dk/tastselv og vel ændre årsopgørelse. 

Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 skalt tú skriva upphæddina í teig 491. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 71.000 kr..

Er lesturin byrjaður aftaná 31.12.2010 skalt tú skriva upphæddina í teig 437. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 42.900 kr.. Um tú hevur fortjent meira enn 42.900 kr. skalt tú skriva restupphæddina í teig 54 í mesta lagi 36.000 kr..

Um tú hevur havt inntøku í Føroyum/uttanlanda í 2012 skal inntøkan uppgevast í Danmark. Tú skalt útfylla Selvangivelse for udenlandsk indkomst. http://www.skat.dk/getFile.aspx?Id=92176 (oyðiblaðið fyri 2012 er ikki komið enn).

Comments are closed.