Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Hvussu verður frítíðarlønin uppspard í Danmark, á hvørja kontu fer hon og hvussu kanst tú fáa hana útgoldnað? Tað greiða vit frá niðanfyri.

Danmark hevur fingið nýggja feriulóg, sum er galdandi frá 1. septembur 2020.

Broytingin er, at man fer frá ‘forskotnari feriu’ til ‘samtíðarferiu’. Tað merkir í praksis, at man fer frá, at man skal spara feriu saman ári fyri man kann halda feriuna – til, at uppspard feria kann brúkas so hvørt.

Frá 1. januar 2019 til 1. septembur 2020 er eitt tillagingartíðarskeið, sum sær soleiðis út:

Samanspard feria frá tíðarskeiðinum 1. januar 2019 – 31. august 2019

  • kann haldast 1. mai – 31. august 2020

Samanspard feria frá tíðarskeiðinum 1. september 2019 – 31. august 2020

  • verður innifryst og upphæddin útgoldin, tá tú fært rætt til fólkapensión

1. september 2020 byrjar sum sagt nýggja feriuskipanin – samtíðarferia. Óbroytt er, at man sparir 2,08 feriudag saman hvønn mánað. Tað nýggja er, at tann uppsparda ferian kann haldast eftirfylgjandi mánað.

Um man ikki hevur nok feriudagar til sína planløgdu feriu, kann man gera avtalu við arbeiðgevaran um at fáa feriudagar upp á forskot.

Ikki brúktir feriudagar í tíðarskeiðinum 1. mai til 31. august 2020,  verða sjálvvirkandi yvirførdir.

Hevur tú rætt til løn í feriuni, kanst tú harumframt fáa eitt ‘ferietillæg’, svarandi til 1 % av lønini í uppsparingarárinum. Frítíðarískoytið verður vanliga útgoldið í mai mánað. Í samband við nýggju feriulógina fær man í 2020 bert útgoldi feriuískoyti fyri 8 mánaðar (uppspart í tíðarskeiðinum 1. januar 2019 – 31.august 2019).

Um tú ikki hevur rætt til feriu við løn, fært tú útgoldið frítíðarpening. Arbeiðsgevarin rindar frítíðarpeningin hjá tær (12,5 % av lønini) inn á Feriekonto ella annan útgjaldara. Tú sært um tú hevur frítíðarpening til góðar á borger.dk og tað er eisini via borger.dk tú skal biðja um at fáa frítíðarpeningin útgoldnan.  Leinkja til borger.dk   https://www.borger.dk/arbejde-dagpenge-ferie/Oversigt-ferie