Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Samleikin er nýggj talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum.
Ein trygg, einføld føroysk skipan, sum gevur møguleika fyri at brúka ein og sama hátt at rita inn.

Samleikin fæst sum app til telefon og teldil, ella sum geymi til teldu. Øll, sum eru fylt 15 ár og hava p-tal, kunnu fáa Samleikan.
www.samleikin.fo

Vangin er føroysk tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum eru savnaðar. Vangin ger tað lætt, skjótt og trygt at avgreiða egin viðurskifti.
www.vangin.fo

Mínboks er tann føroyska e-boks og er partur av Vanganum. Har fært tú post frá stovnum og fyritøkum beinleiðis á telduna. Les meira og stovna Mínboks á  www.minboks.fo

MitID er talgild innritan og undirskrift til danskar skipanir t.d SU og e-boks. Tú kann lesa um MitID og fáa vegleiðing um hvussu tú fær MitID á https://www.mitid.dk/