Í samband við flyting av bili til Føroyar er tað umráðandi, at seta seg inn í reglurnar.
Tá tú flytir og fær fastan bústað í Føroyum kanst tú taka bilin við til Føroyar toll- og avgjaldsfrítt, um bilurin er til egna nýtslu. Tú skalt hava átt bilin í minsta lagi í 6 mánaðir og búð í fráflytingarlandinum í minsta lagi eitt ár.
Bilurin skal skásetast í Føroyum og hava føroysk nummarspjaldur. Fyri at meta um tað loysir seg at taka bilin við til Føroyar, er tað er eitt gott hugskot at rokna út, áleið hvussu nógv tú skalt gjalda í skrásetingargjaldi í Føroyum og hvussu nógv tú kanst fáa aftur í “registreringsafgift” frá SKAT.
Nærri upplýsingar um reglur, mannagongd, skrásetingargjald og oyðubløð eru at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni: www.akstovan.fo, og undir akfarsskráseting ber tað til at gera eina útrokning av skrásetingargjøldum.
Hetta skal verða í lagi áðrenn bilurin kann fáa føroysk nummarspjaldur:
- Tekna trygging
- Fráboðan til sýn og/ella skráseting skal útfyllast
- DK registreringsattest
- Akfarið skal sýnast og góðkennast
- Gjalda fyri nummarspjøldur, skrásetingaravgjald, vektgjald og skrásetingarsýn
Í samband við flytingina til Føroyar, skal bilurin takast úr “Køretøjsregisteret i Danmark” og tú kann søkja um at fáa endurgoldið ein part av “registreringsafgiften” (Registreringsafgiftsloven, Godtgørelse af afgift § 7 b og og § 7 c).
Gev gætur: Upp til 4 vikur áðrenn tú útflytir bilin, skalt tú sýna bilin og 14 dagar áðrenn skalt tú biðja SKAT um eina virðisáseting.
Á heimasíðuni hjá SKAT finnur tú nærri upplýsingar og mannagongd í samband við útflytan av bili: Eksport af bil eller MC – Har er eisini leinkja til vegleiðandi útrokning av ‘registreringsafgift’.
Um tú hevur spurningar kanst tú ringja til SKAT á tlf. +45 72 22 28 71.
