Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

 

Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa allir menn og kvinnur føddar aftaná 01. juli 2025 eitt bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu, og verða innkallaði til “Forsvarets dag”.

Sambært kunngerð til “Værnepligtsloven” § 1 stk. 3  kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu.

“Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at have haft ophold der i mindst 10 år, kan af forsvarsministeren eller den myndighed forsvarsministeren bemyndiger til det, fritages for værnepligt. Ansøgning om fritagelse skal afgives senest 4 uger efter, at den værnepligtige har modtaget pålæg om at møde til Forsvarets Dag, jf. § 13, stk. 2”.

Tú skal skjalprogva, at tú hevur búð í minsta lagi 10 ár í Føroyum. Bústaðarváttan frá Umhvørvisstovuni kann heintast á Vanganum.

Nærri upplýsningar um Forsvaret eru at finna á heimasíðuni:

www.forsvaretsuddannelser.dk

Umsókn um frítøku fyri hernaðarskyldu í Danmark:

Leinkja til umsóknarblað

Tað er umráðandi at svara tá man móttekur innkalling til “Forsvarets dag”, tí um man ikki svarar/ikki møtir upp, fær man eina bót uppá kr. 1000,-.