Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Lesandi føroyskar kvinnur, sum búgva uttanlands, kunnu velja at eiga í Føroyum.

Undan føðing

  • Tú skalt hava ferðajournal og svangerskabsjournal frá tínum lækna við
  • Navn og bústað á sóknini, har tú hoyrir til – sogn.dk/ – (Suðurjylland – navn og bústað hjá bústaðarkommununi)
  • Navn og bústað hjá heilsufrøðisskipanini har tú hoyrir til
  • Avrit av navna- ella dópsbrævi, vígslubræv um tú er gift
  • Tá tú ert komin til Føroyar skalt tú seta teg í samband við Ljósmøðraskipanina og biða um tíð hjá ljósmóður – Leiðbeining á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum  www.lsh.fo

Eftir føðing

  • Skráseting – ljósmóðurin sendir føðifráboðan til viðkomandi sókn/kommunu saman við avrit af navna/dópsbrævi hjá tær og møguligum  vígslubrævi.
  • Suðurjylland – tú skalt sjálv boða kommununi frá og senda føðifráboðanina innan 14 dagar aftaná føðing.
  • Faðirskap – skal skrásetast innan 14 dagar eftir føðing  á heimasíðuni www.personregistrering.dk  – har finnur tú eisini leiðbeining og skjøl.
  • Um tú ert gift verður faðirskapið skrásett sjálvvirkandi.
  • Pass – fyribilspass til barnið fæst við at venda tær til Føroya Landfúta, Yviri við Strond 17. Tú skalt hava føðifráboðan frá ljósmóðrini við.
  • Uttan pass – tá er neyðugt at vísa føðifráboðanina sum samleikaprógv á flogvøllinum.
  • Heilsufrøðiskipan um tú verður í Føroyum eina tíð aftaná føðing – Ljósmóðurin boðar Gigni frá og soleiðis at tú fært vitjan av einum heilsufrøðingi.
  • Um tú fert til Danmarkar tá tú hevur átt, sendir ljósmóðurin føðifráboðan til donsku skipanina, men tú skalt sjálv venda tær til heilsufrøðiskipanina í Danmark tá tú ert komin niður.

Leinkja til leiðbeining frá Landssjúkrahúsinum: lsh.fo