Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Ynskir tú at kæra um viðgerð tú hevur fingið í heilsuverkinum, so skal kæran sendast til STYRELSEN FOR PATIENTKLAGER, uttan mun til, um tað er kæra um viðgerð tú hevur fingið í føroyska ella i danska heilsuverkinum.

Viðgerð í føroyska heilsuverkinum

Tú kannst lesa nærri í hesi vegleiðingini frá Heilsu- og innlendismálaráðnum – Vegleiðing

Leinkja til oyðublað til kæru um viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum: Oyðublað –Vel ’Klage over behandlingen på Færøerne’ og síðan ’dette klageskema’.

Viðgerð í danska heilsuverkinum

Tú skalt fylgja vegleiðingini fyri danskar sjúklingar á heimasíðuni hjá STYRELSEN FOR PATIENTKLAGER – Leinkja – Vel  ’Sådan klager du’. Vel so ’klageskema’ sum førir víðari til digitalt oyðublað á borger.dk, sum krevur at tú hevur NemID.

Um tú ikki hevur NemID og tí ikki kannst brúka tað digitalu loysnina, kannst tú fáa papírskema tilsent, antin við at seta teg í samband við STYRELSEN FOR PATIENTKLAGER ella frá sjúklingavegleiðara í tí regiónini ella sjúkrahúsinum, har tú hevur fingið viðgerðina.

Ein kæra skal vera send áðrenn 2 ár eru gingin, eftir at tú fyrstu ferð fekk illgruna um, ella átti at havt fingið illgruna um, at viðgerðin var ónøktandi. Kæran skal tó í seinasta lagi vera send áðrenn 5 ár eru gingin síðani viðgerðin fór fram.

Endurgjald fyri skaða í samband við kanning ella viðgerð

Tú kannst søkja endurgjald fyri ein skaða, sum tú hevur fingið í sambandi við kanning ella viðgerð í heilsuverkinum ella sum tú hevur fingið av læknafyriskrivaðum heilvági. Tú skalt fráboða skaðan til PATIENTERSTATNINGEN.

Tú kanst lesa meira um tínar møguleikar fyri at fáa endurgjald á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum har tað eisini liggur ein vegleiðing.
Leinkja og á heimasíðuni hjá Patienterstatningen

Leinkja til Oyðublað Tað ber til at søkja elektronisk við NemId ella prenta oyðiblað út og senda tað við vanligum posti.