Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Føroyafrádráttur

Hvat er Føroyafrádráttur?

Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur, ið kann játtast føroyskum lesandi í Danmark, um ávísar treytir eru lúkaðar.

Frádrátturin er heimilaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikul 20 og tilhoyrandi protokoll.

Sí lóg nr. 190 frá 12/03/1997 Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande: leinki til avtalu á Retsinformation og føroysku útgávuna av sáttmála millum tey norðurlendsku londini, at sleppa undan tvískatting av inntøku og ognarskatti: leinkja til sáttmálan (FO)

Treytir
Høvuðstreytirnar fyri at fáa Føroyafrádrátt eru hesar:

  • At tú vart búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til Danmark
  • At uppihaldið í Danmark er fyribils í lestrarørindum
  • At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetansugevandi) frammanundan
  • At tú ikki hevur uppihildið teg í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjaði.

Eru undantøk?
Undantøk eru frá treytini um, at tú ikki mást hava eina førleikagevandi útbúgving frammanundan.

Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru førleikagevandi.

Eisini er undantak frá treytini um, at tú ikki hevur uppihildið tær í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjar.

Til hettar 6 mánaðar tíðarskeiði (tó hægst 1 ár) roknast ikki tann tíðin við, sum verður brúkt til eitt fyrireikandi skeið, ið verður kravt av útbúgvingarstovninum fyri at koma inn.

Síðani er undantak fyri hjún, har bæði søkja um at koma inn á útbúgving og bert tann eini verður upptikin. Her verður 6 mánaðar reglan tikin úr gildi fyri hin hjúnafelagin, tó hægst í eitt tíðarskeið uppá í alt 2 ár.

Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um hesi undantøkini.

Hvussu stórur er føroyafrádrátturin?
Tað veldst um, nær lesturin er byrjaður, hvussu stórur Føroyafrádrátturin er.

Føroyfrádrátturin er býttur í tveir partar. Føroyafrádráttur (gæstestuderendefradrag) á 46.500 kr. (2019 46.200 kr.) og Ríkisfelagsskapsfrádrátt (R-frádrátt) á 36.000 kr.

Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 er føroyafrádrátturin 71.000 kr.

Um tú bert ert undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, Tað vil siga, um tú flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 71.000 kr. Tað verður trekt 8 prosent í AMB (Arbejdsmarkedsbidrag) av allari arbeiðsinntøkuni, men tað verður roknað sum ein goldin skattur í endaligu uppgerðini.

Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt og annað.

Hvussu fái eg føroyafrádrátt?

Tú skalt venda tær til SKAT og søkja um frádráttin. Leinkja til umsóknarblað: https://skat.dk/getfile.aspx?id=138929

Niðanfyri er ein videovegleiðing um hvussu tú søkir føroyafrádrátt, somuleiðis sum tú kanst finna eina skrivlig vegleiðing her.

Minst til: 

  • at senda skjalprógv fyri, at tú ert undir útbúgving, so sum lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv
  • at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári, men um tú fyrr hevur fingið játtað føroyafrádrátt og tað ikki er hendar broytingar í útbúgvingini, ber til sjálv/ur at skriva føroyafrádráttin á forskotsuppgerðina og í kommentarfeltinum vísa til at man hevur fingið játtað føroyafrádrátt og framvegis er undir útbúgvning.

Kann føroyafrádráttur brúkast til SU?

Nei, Føroyafrádráttur kann bert brúkast til arbeiðsinntøku.

Tú skalt gjalda vanligan skatt av SU. Tá tú hevur føroyafrádrátt til arbeiðsinntøku, verður føroyafrádrátturin lagdur aftrat persónsfrádráttinum á høvuðskortinum. Tá kann tað koma fyri at ongin ella lítil skattur fer av SU og skattur verður trektur av arbeiðsinntøkuni. Tað týdningarmiklasta er, at Skat fær tann rætta skattin inn, óansæð um skatturin verður trektur av SU ella av arbeiðsinntøkuni. Vend tær til Ráðgevingina og fá nærri at vita.

Sambært dupultskattaavtaluni kann Føroyafrádráttur bert brúkast til inntøkur, sum koma undir heitið: “Vederlag for tjenesteydelser”.

Um tú fært noktað føroyafrádrátt
Um skattamyndugleikarnir nokta tær Føroyafrádrátt, hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving.

Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita, um grundgevingin fyri noktan er røtt.

Føroyafrádráttur og orlov

Sambært leiðreglunum hjá Skattestyrelsen steðgar rætturin til føroyfrádrátt um tú tekur orlov frá lestrinum. Tá tú  hevur orlov, ert tú ikki lestrarvirkin og tí metir Skattestyrelsen at tú ikki longur ert í Danmark bert í lestarørindum. Um tú byrjar at lesa aftur, skalt tú lúka treytirnar fyri føroyadrátti av nýggjum.

Treytir

Undantøk eru um tú hevur orlov frá lestrinum vegna sjúku ella barsil.

Studieskift og føroyafrádráttur

Skattestyrelsen hevur í 2019 sent út leiðreglur viðvíkjandi studieskift og føroyafrádrátti (gæstestuderendefradrag).

Sambært leiðreglunum, so fellur rætturin til føroyafrádrátt sum útgangspunkt ikki burtur, um man skiftir studie. Dentur verður lagdur á, at man byrjar nýggju útbúgvingina skjótast til ber.

Ofta kann studieskift taka umleið 8 mánaðar, um man til dømis er steðgaður fyrstu útbúgving um ársskiftið og ikki kann byrja aftur fyrr enn um heysti. Eisini í einum tílíkum føri, kann rætturin til føroyafrádrátt varðveitast, um tað er talan um ”først mulige start på uddannelse nummer 2”.

Tað er Skattestyrelsen sum í hvørjum einstøkum føri metir um tú lýkur treytirnar.

Forskotsuppgerð og Føroyafrádráttur
Niðast í hesum teiginum er videovegleiðing við skermmyndum um, hvussu tú setur føroyafrádráttin á forskotsuppgerðina.

Tá tú hevur søkt og fingið góðkent føroyafrádráttin, skalt tú sjálv/ur seta hann á forskotsuppgerðina. Hetta gert tú við at fara inn á heimasíðina hjá Skat og rita inn við NemID. Síðani velur tú “ret forskudsopgørelsen”. Hetta skalt tú eisini gera tey eftirfylgjandi árini, tú hevur rætt til føroyafrádrátt. Videoleiðbeining (2019) er niðast á síðuni. Hendan kann eisini brúkast í 2020.

Tú skrivar upphæddina í teig 437, lønarinntøkan áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 46.500 kr. (2020). Um tú hevur tjent meira enn 46.500 kr, skrivar tú restupphæddina í teig 419, í mesta lagi 36.000 kr.

Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011. skalt tú skriva upphæddina í teig 491, lønarinntøkan áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 71.000 kr.

Tá tú broytir inntøkur í árinum, ráða vit til, at tú eisini útfyllir teigarnir undir ‘Indtægt og betalt skat indtil ændring’. Tú skrivar SU (Bruttoindkomst) í teig 353. Lønarinntøkuna (Bruttoindkomst) í teig 360. Síðani goldnan A-skat av bæði SU og løn í teig 361. Hesar upphæddir finnur tú í skattamappuni undir “Søg i indkomstoplysninger” – vel tíðarskeið, vel ‘Summeret’ og síðani ‘Hent oplysning’.

Legg til merkis, at tá tú hevur føroyafrádrátt, verður føroyafrádrátturin lagdur afturat persónsfrádráttinum á høvuðskortinum.

Sí yvirlit yvir tey ymisku skattakortini, sum verða brúkt í donsku skattaskipanini Her

Videovegleiðing:

Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur
Føroyafrádráttur og ársuppgerð.

Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2019, skalt tú sjálv/ur seta føroyafrádráttin inn, tí hann verður ikki sjálvvirkandi settur á. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini.

Hevði tú ikki føroyafrádráttin á tíni forskotsuppgerð fyri 2019 skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2019 til SKAT. Teigarnar fyri føroyafrádráttin eru nevniliga ikki sjónligir á ársuppgerðini, um ikki tú hevur søkt um hann.

Umsóknarblaðið finnur tú Her.


Soleiðis skrivar tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina:

Ert tú lesandi og hevur havt føroyafrádrátt í 2019 skalt tú sjálv/ur skriva føroyafrádráttin á ársuppgerðina. Far inn á heimasíðina hjá SKAT – skat.dk – og logga á við NemID ella TastSelv-kodu.

Undir ‘Årsopgørelse’ velur tú “Ret årsopgørelse 2019′. Eru upphæddirnar í fortryktu teigunum rættar, heldur tú áfram og fer niður til »Fradrag i personlig indkomst«. Her finnur tú teigarnar fyri føroyafrádráttin.

Frádrátturin er býttur í tvey – føroyafrádrátt og Ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 46.200 kr.

Um tú hevur forvunnið meira enn 46.200 kr., fert tú niður til ‘Ligningsmæssige fradrag’. Her finnur tú teig 54 ‘Fradrag for fiskere…’ og skrivar Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddin kann í mesta lagi vera 36.000 kr.

Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 skalt tú skriva upphæddina í teig 491. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 71.000 kr..

GG.
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 11. Legg til merkis, at um tú ikki hevur verið lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.

Útlendsk inntøka

Hevur tú havt inntøku uttanfyri Danmark skal hendan inntøkan eisini fráboðast SKAT undir ‘Udenlandsk indkomst’. Útlendska inntøkan er eisini fevnd av føroyafrádráttinum, um tú hevur rætt til frádráttin. Skat hevur upplýst, at teigar viðvíkjandi ‘udenlandsk indkomst’ ikki eru tøkir hjá øllum. Um ikki, skalt tú senda teldupost til Skat og boða frá at tú skalt uppgeva útlendska inntøku.

Um tú hevur havt inntøku í Føroyum í 2019 og skal brúka føroyafrádrátt til hesa inntøku, skalt tú útfylla teigarnar undir ‘Udenlandsk indkomst’, og síðani senda ein teldupost til SKAT umvegis skat.dk og boða frá, at tú hevur eina uttanlanda inntøku og vilt søkja um føroyafrádrátt til hesa inntøku.

Tá tú hevur gjørt rættingarnar, kemur ein mynd við yvirliti yvir broytingarnar, trýst á ‘godkend’.  Nú kenur ein mynd fram har tú kanst velja at síggja nýggju ársuppgerðina. Í summum førum biður Skat um eina rágreiðing um broytingarnir og í øðrum førum verður boðað frá at ársuppgerðin ikki klár enn.

Freistin at rætta í vanligu ársuppgerðini er 1. mai 2020, og freistin fyri at uppgeva uttanlandainntøku er 1. juli 2020

Vit arbeiða við at gera nýggjar videoleiðbeiningar fyri 2019.

Her eru videoleiðbeiningar fyri 2019:

Sjálvuppgáva: útlendsk inntøka, forvunnin uttanfyri Danmark

Søk føroyafrádrátt til útlendsku inntøkuna:

 

Sjálvuppgáva: Útlendsk inntøka forvunnin í Danmark

Løn fyri arbeiði í Danmark fyri føroyskan arbeiðsgevara

Leiðbeiningin omanfyri kann fylgjast, men lønarinntøkan skal skrivast undir ‘Andre udenlandske indkomster’ í teigin ‘Løn fra udenlandsk arbejdsgiver for arbejde í Danmark’ (1015).

Hvussu leingi?

Tú hevur rætt til Føroyafrádrátt, so leingi tú lesur, og lestrartíðin heldur seg innan fyri normeraða lestrartíð + 2 ár.

Um tú ikki fert heimaftur

Høvuðstreytin fyri at fáa Føroyafrádrátt er, at tú ert í Danmark fyribils í lestrarørindum.

Tað merkir, at frá tí degi, tú gert av ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til Føroyafrádrátt longur.

Um tú gevst ella ert liðug/-ur at lesa, og avgerð at blíva í Danmark, er ikki lógarheimild til at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina.

Minst til ikki at nýta skattakort við Føroyafrádrátti aftaná loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Hvat sigur lógin?

Artikel 20 og protokol til artikel 20

i Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande verður her endurgivin. (Galdandi 24.08.00)

Artikel 20

Studerende og praktikanter. En person, som opholder sig i en kontraherende stat udelukkende med henblik på:

a) studier ved en læreanstalt i denne kontraherende stat, hvis studierne er af en sådan karakter, at offentlig studiestøtte kan opnås i denne stat, eller

b)forretnings-, fiskeri-, industri-, landbrugs- eller skovbrugspraktik i denne stat, og som er eller umiddelbart før opholdet var hjemmehørende i den anden kontraherende stat, beskattes ikke i den førstnævnte stat af beløb, som han oppebærer fra kilder uden for denne stat til sit sit underhold, sit studium eller sin praktik.

Protokol til artikel 20 (tað er serliga pkt. 3 ið hevur týdning).

IX. Til artikel 20

1. En person, som opholder sig i en anden kontraherende stat end på Færøerne, og en person, som opholder sig i en anden kontraherende stat end i Island, udelukkende med henblik på

a)studier ved en læreanstalt i denne anden stat, hvis studierne er af en sådan art, at der kan opnås studiestøtte af offentlige midler i denne stat, eller
b) forretnings-, fiskeri-, industri-, landbrugs- eller skovbrugspraktik i denne anden stat.

og som er eller umiddelbart før opholdet var hjemmehørende på Færøerne eller i Island, beskattes for så vidt angår indkomst ved beskæftigelse i den førstnævnte kontraherende stat kun af den del af indkomsten, som overstiger 20.000 svenske kroner pr. kalenderår eller tilsvarende værdi i dansk, finsk, islandsk eller norsk møntfod. Det nævnte beløb omfatter uddannelsesophold i Finland, Norge eller Sverige det for det pågældende kalenderår gældende personfradrag.

2. Skattefrihed i henhold til stykke 1 indrømmes kun for en periode, som med rimelighed eller efter sædvane medgår til studierne eller praktiktjenesten, dog højst for seks på hinanden følgende kalenderår.

3.  Uanset bestemmelserne i stykke 1 og 2 ovenfor skal i forholdet mellem Danmark og Færøerne gælde følgende.

Studerende, lærlinge og lignende, der er, eller som – umiddelbar før opholdet i en del af riget – var bosat i den anden del af riget, og som midlertidigt opholder sig i den førstnævnte del af riget udelukkende i studie- eller uddannelsesøjemed, beskattes ikke i denne del af riget af beløb, som de modtager fra den anden del af riget eller fra udlandet til underhold, studier eller uddannelse.

De beskattes ej heller af beløb, der udbetales som vederlag for tjenesteydelser forudsat, at disse tjenesteydelser er nødvendige for deres ophold.

Studerende, lærlinge og lignende, der umiddelbart før opholdet i Danmark var hjemmehørende på Færøerne, beskattes ikke på Færøerne af vederlag for arbejde, som udføres i Danmark.

Som studerende anses ikke personer der efter en afsluttet uddannelse påbegynder en specialuddannelse eller en uddannelse inden for et andet område.

Et ophold anses for midlertidigt, hvis det ikke overstiger den normerede studietid med et tillæg  af 2 år.

Et ophold anses ikke for at være ”udelukkende i studie- eller uddannelsesøjemed”, såfremt opholdet før studiets på begyndelse overstiger 6 måneder.

Til denne 6-måneders periode skal ikke medregnes den tid, dog maksimalt 1 år, der anvendes i forbindelse med et forberedende kursus, der kræves af uddannelsesinstitutionen som en forudsætning for at kunne påbegynde studiet.

I tilfælde, hvor ægtefæller begge søger optagelse på en uddannelsesinstitution og kun den ene optages, suspenderes 6-måneders regelen for den anden ægtefælles vedkommende, dog højst for en periode på i alt 2 år.

Leinkja til sáttmála (DK)

Leinkja til sáttmála (FO)