Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Føroyska skattaskipanin virkar soleiðis, at hon so hvørt gjøgnum árið roknar út, hvussu nógv skal rindast í skatti í mun til inntøkuna og afturheldur skattin (Landsskattur, kommuskattur og møguliga kirkjuskatt)  í lønini. Um tú flytir til Føroyar mitt í árinum og veit áleið hvørjar inntøkur tú fert at fáa, verður mælt til, at tú vendir tær til TAKS fyri at blíva fyribils skattaskrásett/ur.

Umframt skattin afturheldur TAKS arbeiðsmarknaðargjøld – arbeiðsmarknaðargjald (3 %), gjald til arbeiðsloysiskipanina ALS (1,25 %), gjald til barsilsskipanina (0,71 %) – kringsvarpsgjald og
gjald til Heilsutrygd.

Skattatalvur eru at finna á heimasíðuni: www.taks.fo

Um tú hevur børn, hevur tú rætt til ein barnafradrátt. Upphæddin á barnafrádráttinum er ymisk frá kommunu til kommunu. Tú dregur ikki rentur frá, men fært rentustuðul o.a.

Um tú einans verður avmarkað skattskyldug/ur og bert hevur A-inntøku, skattast tú við 42 % av inntøkuni, 3 % í arbeiðsmarknaðargjaldi og 0,71 % í gjald til barsilsskipanina – tú fært ongar frádráttir. Hetta um tú hevur uppihald í Føroyum í minni enn 180 dagar.

Lesandi, ið hava varðveitt teirra skattskyldu í Føroyum, koma ikki undir avmarkaða skattskyldu, men kunnu forvinna sær 30.000 kr.  (2019) um árið uttan at gjalda skatt.

Sjálvgreiðslan hjá TAKS til borgarar er  www.borgaragluggin.fo – Fyri at fáa atgongd til Borgaragluggan krevst, at tú hevur Mínlykil – Leinkja til at stovna Mínlykil er á heimasíðuni borgaragluggin.fo .

Vit mæla til, at man í samband við flyting til Føroyar gevur Skat boð um, at man flytur.