Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

SU, Skattur og CPR

Hví verður trekt 55 % í skatti av mínum SU?

Um tú ikki ert skattaskrásett/ur, verður trekt 55 % í skatti av SU. Tú skattaskrásetur teg við at ringja ella skriva til Skat og boða frá, at tú ert flutt/ur til DK og móttekur SU og tí vilt skattaskrásetast (forskudsregistreres). Hevur tú goldið ov nógv í skatti av SU, skalt tú gera vart við, at tey skulu taka atlit til, at tú hevur goldið 55 % í skatt av SU.

Hvat er eitt skattakort?
Hvussu fái eg danskt CPR-nr, um eg ikki búgvi ella lesi í Danmark?

Sum útgangsstøði kannst tú ikki fáa danskt CPR-nr. uttan at vera búsitandi ella arbeiða í Danmark.

Men tað ber til at at fáa eitt fyrisitingarligt CPR-nr. við at venda sær til Ríkisumboðið, sí nærri upplýsingar og leinkju til umsóknarblað her CPR-nr.

Hvussu søki eg SU, um eg ikki búgvi í Danmark?

Um tú hevur fingið CPR-nr og MitID kann tú rita inn og søkja SU. Treytin fyri at fáa SU er, at tú er innskrivað á ein útbúgvingarstovni í Danmark. Um tú er innskrivað á einum donskum útbúgvingarstovni,  ber til at fáa SU hóast tú hevur bústað í Føroyum.

Eg búgvi í Danmark, men havi føroyskan arbeiðsgevara. Hvar skal eg skattast?

Lønarinntøka skal skattast har sum arbeiði verður útint.

Arbeiðsgevarin skal siga TAKS frá, at tú býrt og ert fult skattskyldig/ur í Danmark. So syrgir TAKS fyri at lønarinntøkan fer uttanum føroysku afturhaldsskipanina (skattur verður ikki rindaður TAKS). Tú skalt so sjálv/ur upplýsa SKAT um inntøkuna. Tú skal somuleiðis senda eina váttan til Taks um skattskyldu í Danmark, blanket nr. 02034 “Bopæls- og skatteforhold når der er dobbeltbeskatningsoverenskomst”.

Eg fari til Føroya í lestrarørindum og skifti bústað – ávirkar tað mín SU?

Tað er ongin trupulleiki at flyta bústaðin til Føroyar. Einasta kravið er, at tú framvegis ert knýtt/ur at einum donskum útbúgvingarstovni og ert lestrarvirkin.

Hvussu stórur er persónsfrádrátturin í Danmark?

Persónsfrádrátturin er árligur og áljóðandi 51.600 kr. fyri 2025. Vanliga verður frádrátturin býttur út á alt árið, soleiðis at tú hevur ein mánaðarligan frádrátt á umleið 4.300 kr.

Skattafrádrátturin verður eitt sindur størri um tú hevur lønarinntøka, tí so hevur tú eisini rætt til eitt beskæftigelsesfradrag, sum svarar til ávíst prosent (áleið 8 prosent) av lønarinntøkuni.

Kann eg fáa ALS útgjald, hóast eg búgvi niðri?

Skalt tú hava arbeiðsloysisstuðul, hóast tú flytur til Danmark, er týdningarmikið at boða ALS frá í góðari tíð – seinast ein mánað áðrenn flyting.

Aftaná at tú ert flutt/ur niður, skalt tú hava útgjald frá ALS teir fyrstu tríggjar mánaðirnir í Danmark, áðrenn tú kanst flyta til ein danskan A-kassa.

Treytirnar eru, at tú skalt hava flutt frá ALS til danskan A-kassan í seinasta lagi 8 vikur eftir, at tú ikki longur vart fevnd/ur av ALS – annars missir tú rættin til flyting av limaskapi og útgjald.

Tú skalt eisini melda teg tøkan á danska Jobcentrinum, og fylgja ásetingunum í danska a-kassanum.

Nærri upplýsingar um reglurnar eru at finna her

Hvussu søki eg inn á útbúgving uttan MitID?

Tú kanst søkja um upptøku á universitetinum hóast tú ikki hevur MitID. Her er ein vegleiðing.

Tað ber til at at fáa eitt fyrisitingarligt CPR-nr. við at venda sær til Ríkisumboðið, sí nærri upplýsingar og leinkju til umsóknarblað á hesari leinkjuni CPR-nr.

Tað ber eisini til at fáa MitID gjøgnum  Ríkisumboðið. Tú skalt møta persónliga og bestilla tíð áðrenn, sí nærri HER

Hvussu søki eg bústað í Danmark uttan CPR-nr?

Vanliga er nóg mikið at upplýsa føðingardag, tá ið man setir seg á bíðilistar til kollegium og ungdomsbolig. Hevur tú trupulleikar av hesum, kanst tú seta teg beinleiðis í samband við bústaðarstøðini, sum tú ynskir pláss á.

Meginreglan er, at tú ikki kanst fáa eitt CPR-nr, fyrr enn tú ert flutt/ur til Danmarkar, tað vil siga, tá ið tú verður skrásett/ur í folkeregistrering í Danmark við einum gókendum bústaði.

Men tað ber til at fáa eitt fyrisitingarligt CPR-nr. við at venda sær til Ríkisumboðið, sí nærri upplýsingar og leinkju til umsóknarblað á hesari leinkjuni CPR-nr.

Tað ber eisini til at fáa MitID gjøgnum  Ríkisumboðið. Tú skalt møta persónliga og bestilla tíð áðrenn, sí nærri HER

Føroyafrádráttur

Hví fer skattur av míni lønarinntøku, hóast eg havi føroyafrádrátt?

Orsøkin er, at tá tú fært føroyafrádrátt verður hann lagdur afturat persónsfrádráttinum á tínum høvuðskorti. Høvuðskortið kann bara brúkast eitt stað og verður vanliga brúkt til SU. Um frádrátturin á høvuðskortinum er hægri enn SU, verður ongin skattur tikin av SU, meðan vanligur skattur verður tikin av lønarinntøkuni.

Um tú hevur goldið ov nógvan skatt, verður tað javnað í samband við ársupgerðina.

Sí annars nærri her

Eg byrjaði mína fyrstu útbúgving áðrenn 2023, men eri farin undir aðra útbúgving síðani. Hvønn dato brúki eg til Føroyafrádráttin?

Tú skal brúka datoin tú byrjaði á fyrstu útbúgving. Tú kannst býta tað upp í fyrru og seinnu útbúgving og seta tíðarskeið út fyri. Tað skal vera greitt, at tú hevur verið lesandi síðan tú flutti til Danmarkar. Sí nærri um studieskift og føroyafrádrátt.

Sí nærri kunning her.

SKAT hevur víst míni umsókn um føroyafrádrátt aftur – hvat geri eg?

Í einum skrivligum svari frá SKAT, eigur at vera greitt hvørjir kærumøguleikar eru.

Hevur tú ikki eitt skrivligt svar, skalt tú biðja um at fáa avgerðina skrivliga, soleiðis, at tú kennir grundgevingar og kærumøguleikar.

Send síðani SKAT eina kæru sambært kæruvegleiðingini. Ert tú í iva, kanst tú seta teg í samband við okkum fyrst.

Vit eru par/hjún, sum flyta niður, har bert tann eini fer at arbeiða undir lesnaðinum. Kann eg lata makanum føroyafrádráttin hjá mær?

Føroyafrádrátturin er persónligur og tí ber ikki til at lata øðrum sín føroyafrádrátt.

Nærri kunning um treytir og føroyafrádrátt kunnu síggjast her.

Eg verði liðug/ur at lesa í summar. Havi eg framvegis rætt til føroyafrádrátt alt árið?

Nei, tú hevur bert rætt til føroyafrádrátt í tíni lestrartíð og til lønarinntøku, tú hevur í tíni lestrartíð. So frádrátturin kann ikki vera hægri enn lønarinntøkan teir mánaðirnar tú ert lesandi. 

Sí annars her

Kann eg fáa føroyafrádrátt til legat?

Tú kannst ikki brúka føroyafrádrátt til legat, tí føroyafrádráttur kann bert brúkast til arbeiðsinntøku. Legat er at rokna sum vanlig skattskyldug inntøka og skal tí uppgevast til Skat.

Eg havi lokið eina útbúgving, og fari undir eina nýggja. Kann eg framvegis fáa føroyafrádrátt?

Meginreglan er, at man ikki kann fá føroyafrádrátt, tá man hevur eina útbúgving frammanundan. Men Skat kann góðtaka undantøk, tá talan er um samanhangandi útbúgvingarætlan, har fyrsta útbúgvingin gevur atgongd til ta næstu útbúgvingina.

Tað er Skat, ið eigur endaligu avgerðina. Tú kanst royna teg við umsóknarblaði, har tú viðfestir lestrarkort ella skriv frá skúlanum, sum prógv fyri, at tú ert lesandi. Síðani kanst tú greiða frá tíni útbúgvingarleið higartil.

Leinkja til umsóknarblað

Familjuviðurskifti

Vit hava børn og eru lesandi - hvørji ískoyti kunnu vit søkja?

Tú hevur rætt til Børne- og Ungeydelse frá Udbetaling Danmark. Tað er ikki neyðugt at søkja um tað, men man at senda eina bústaðarváttan til Udbetaling Danmark. Tað verður útgoldið ársfjórðingin eftir, at man er fluttur.

Eisini ber til at søkja ískoyti frá SU á MinSU (2.830 kr. 2025), treytað av, at man býr saman við einum øðrum SU-móttakara. 

Sí annars nærri her

Eg eri lesandi og stakur uppihaldari – hvar kann eg søkja um peningaligt ískoyti?

Stakir uppihaldarar kunnu søkja um Børnetilskud og Ekstra Børnetilskud.

Stakir uppihaldarar fáa eisini Børne- og Ungeydelse

Hevur man rætt til, og móttekur Børnetilskud og Ekstra Børnetilskud, kann man søkja um SU-forsørgertillæg á MinSU (7.086 kr. í 2025). Tað ber ikki til at fáa ískoyti frá SU sum stakur uppihaldari samstundis, sum ein fær Børnetilskud til forældre under uddannelse.

Sí annars nærri um umsóknarmøguleikar her

Eg flyti niður við barni, og skal søkja um eitt ansingarpláss, men til tess er neyðugt við CPR. Hvussu geri eg?
Vanliga ber ikki til at skriva barnið upp, fyrr enn tú ert flutt/ur og hevur fingið eitt CPR-nr.

Men í til dømis Københavns Kommune hevur verið møguligt at skriva seg upp áðrenn tú er flutt/ur, um tú veitst hvar tú skal býgva / hevur ein leigusáttmála. Vit ráða tær til, at seta teg í samband við Pladsanvisningen í kommununi tú flytur til og spyrja hvussu farast skal fram.

Hvat skal eg serliga hava í huga sum stakur uppihaldari, ið flytur niður?

Fyrst og fremst skalt tú boða Borgerservice frá, at tú ert flutt/ur (hav pass, koyrikoyrt og skjalprógv við tínum føroyska p-tali við tær). Eisini skalt tú hava dóps- ella navnabræv hjá barninum við.

Tú kann søkja um CPR-nr. hjá Ríkisumboðnum og síðan fáa tær MitID. Sí vegleiðing her:

Síðani kanst tú søkja um Børnetilskud sum stakur uppihaldari (Børnetilskud og ekstra børnetilskud) – tú kanst lesa meira á hesi leinkjuni

 Tað er ikki neyðugt at søkja Børne- og ungeydelse, men tú skalt skjalprógva, at tú lýkur bústaðartreytirnar; nevniliga, at tú hevur havt bústað ella arbeiði í danska ríkinum í minsta lagi 2 ár seinastu 10 árini. Hettar kann skjalprógvast við einum búðstaðaryvirliti, sum tú skalt biða um frá kommununi tú ert flutt frá í Føroyum og senda til Udbetaling Danmark. Børne- og ungeydelse verður útgoldið fyrstu ferð í ársfjórðinginum eftir, at tú ert flutt/ur til Danmarkar. Nærri kunning sæst her

Tú kanst eisini søkja um ískoyti til húsaleiguna (Boligstøtte). Sí nærri her

Í samband við ansingarpláss skalt tú seta teg í samband við ‘Pladsanvisningen’ í kommununi tú flytur til.

Ivast tú hvussu verður við barnapeninginum, sí her

Kann eg taka barnsburðarpeningin úr Danmark við mær til Føroya?

Ja, treytað av, at tú frammanundan lýkur treytirnar til barnsburðadagpeningin, og ikki arbeiðir undir barnsburðarfarloyvinum.

Á borger.dk kanst tú lesa meira um barnsburðadagpeningin, tá ið flutt verður til útlandið (í hesum føri, verða Føroyar roknaðar sum útland). Sí nærri her.

Vegleiðingina finnur tú her.

Kann eg taka barnsburðarpeningin úr Føroyum við mær til Danmarkar?

Lýkur tú treytirnar, skalt tú framvegis hava barnsburðarpening úr Føroyum, um tú flytur í annað norðurland. Tú kanst ikki velja eitt útgjald úr øðrum landi.

Vit ráða til, at tú setur teg í samband við Barsilskipanina +298 35 26 00 og Udbetaling Danmark tlf. – +45 70 12 80 64 í góðari tíð, fyri at tryggja teg best møguligt.