Í Tórshavnar Kommunu er møguligt at skripva eitt barn upp til dagstovn 6 mánaðir, áðrenn tú flytir.
Nærri upplýsingar, reglugerðir og umsóknarbløð eru at finna á heimasíðuni hjá kommununi: www.torshavn.fo. Tú kanst eisini venda tær til Snarskivuna tlf. 30 20 10.
Legg merki til!
Hvussu støðan er kring landið, kanst tú fáa meira at vita um við at venda tær til ta kommununa, sum tú flytur til.
Kostnaður
Ymiskt er frá kommunu til kommunu, hvat stovnsplássini kosta. Avsláttarskipan er fyri systkin.
Søkjast kann um fult ella lutvíst frípláss. Inntøkumørkini frá 1. august 2025 – 31. juli 2026 eru hesi:
| Undir 339.700 | 0 % av fulla kostnaðinum |
| 339.701-340.500 | 5 % av fulla kostnaðinum |
| 340.501-415.700 | Gjaldið hækkar við 1 % fyri hvørjar 800 kr. inntøkan hækkar. |
| Hægri enn 415.700 | Fult gjald 100 % |
