Lesandi og lærlingar, ið lesa uttanlanda kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.
Treytir:
- tú skalt áðrenn lestur ella læru uttanlanda hava havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár
- tú skalt verða uttanlanda í lestrar- ella útbúgvingarørindum
- tú skalt lata TAKS upplýsingar um útbúgvingina, útbúgvingarstað og ásettu lestrartíð
- tú skalt altíð kunna vátta, at tú framhaldandi ert undir útbúgving
- tú skalt upplýsa TAKS um broytingar í útbúgvingini, t.d. um tú gevst ella skiftir útbúgving
Reglurnar eru at finna í Kunngerð nr. 109 frá 5. juli 2001 um lesandi og lærlingar uttanlands.
Fyrimunurin av at varðveita fullu skattskylduna í Føroyum er, at tú skalt gjalda minni í skatti, um tú arbeiðir í Føroyum t.d. í summarfrítíðini. Tú fært ein botnfrádrátt uppá 30.000 kr., tað vil siga, at fyrstu 30.000 kr. tú forvinnur, eru skattafríar.
Um tú ikki varðveitir fulla skattskyldu og arbeiðir í Føroyum, verður tú avmarkað skattskyldug/-ur og skal gjalda 42 prosent í skatti av bruttoinntøkuni, 3,0 prosent í arbeiðsmarknaðargjaldi (AM) og 0,71 prosent til Barsilsskipanina (BAS).
Sjálvt um tú varðveitir fulla skattskyldu í Føroyum, ert tú eisini fult skattaskyldug/ur í Danmark.
Inntøka úr Føroyum skal uppgevast til skattamyndugleikarnar í Danmark, samstundis sum sjálvuppgávan verður latin inn. Forvunna upphæddin, goldin skattur í Føroyum og evt. frádráttir skulu upplýsast undir teigarnir fyri ‘Udenlandsk indkomst’.
Um tú býrt í Danmark og hevur varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, skalt tú á føroysku sjálvuppgávuni bert upplýsa um inntøkur í Føroyum.