Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

 

Frítíðarlønin verður upptjent frá 1. apríl til 31. mars – Innvinningarárið. Hjá summum er innvinningarárið 1. januar til 31. desember.

Frítíðin skal haldast ímillum 2. mai og 1. mai árið eftir, at hon er tjent. Er hon t.d. tjent frá 1. apríl 2016 til 31. mars 2017, skal hon haldast millum 2. mai 2017 og 1. mai 2018. Hetta verður kallað frítíðarárið. Verður frítíðin ikki hildin, dettur hon burtur. Tað ber ikki til at uppsamla sær frítíð.

Hjá tímaløntum er frítíðarlønin 12 % av lønini, sum er tjent í innvinningarárinum. Verður útgoldin og flutt á konto 2. mai.

Mánaðarlønt hava rætt til frítíð við síni vanligu løn. Harumframt hava tey rætt til eitt frítíðarískoyti, sum er 1,5% av lønini, sum er tjent í innvinningarárinum. Ískoytið verður vanliga útgoldið saman við lønini í apríl.

TAKS umsitir frítíðarlønina og tekur sær av inngjaldinum og útgjaldinum. Nærri upplýsingar eru á heimasíðuni hjá  TAKS .

Hvat hendir við frítíðarlønini, um tú flytir til Føroyar ella fert at arbeiða har í eina tíð?

Gevst tú at arbeiða í Danmark og flytir til Føroyar, kanst tú fáa frítíðarlønina útgoldna bæði fyri undanfarna og inniverandi ár. Treytin er, at tú skalt kunna skjalprógva, at tú ert flutt/ur. Frítíðarlønin fæst frá arbeiðsgevaranum, Feriekonto ella aðari feriukontoskipan.

Gev gætur:
Tú skalt minnast til at søkja um at fáa frítíðarlønina útgoldna seinast 6 mánaðir eftir, at tú ert farin úr starvi og er flutt/ur til Føroyar. Annars missur tú rættin til at fáa frítíðarlønina útgoldna eftir omanfyristandandi reglum í samband við fráflyting.

Um tú ikki flytir adressuna, er høvuðsreglan, at tú skalt halda tína feriu sum vanligt fyri at fáa útgoldið frítíðarlønina. Tað eru tó undantøk frá hesu reglu, um tað ikki ber til at halda feriuna.

Um tú arbeiðir í Danmark, men býrt í Føroyum, er danska feriulógin galdandi  og tí skalt tú halda feriu eftir reglunum í feriulógini.

Nærri upplýsningar um frítíðarløn fæst at vita á heimasíðuni www.borger.dk  undir Feriepenge, og á heimasíðuni hjá FerieKonto:

FerieKonto
Kongens Vænge 8,
3400 Hillerød
Teldupostur: fk@atp.dk
Fax: 4820 4813
Tlf. 4820 4910
www.feriekonto.dk
www.atp.dk