Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Um tú ert limur í einum donskum A-kassa, kanst tú flyta yvir til ta føroysku ALS skipanina.

Um tú hevur fingið arbeiði í Føroyum, og tú ikki er arbeiðsleysur, er ikki neyðugt við nøkrum skjalprógvum til ALS, men tú eigur at melda teg úr danska A-kassanum sum limur. Tá tú arbeiðir í Føroyum, verður ALS-gjald goldið sjálvvirkandi, tá tú móttekur lønarinntøku, og er tú harvið altíð arbeiðsloysistryggjað/ur. Tað er bert neyðugt at yvirføra limaskapin, um tú verður arbeiðsleys/ur innan fyrstu 12 mánaðirnar, og tá ber til at biðja um og senda skjølini talgilt millum ALS og danska A-kassan.

Um tú er arbeiðsleys/ur, tá tú flytur til Føroyar, skal tú seta teg í samband við tín danska A-kassa, og søkja um eina PD U2 váttan. Um tú ikki fær dagpengar frá A-kassa í Danmark, skal tú søkja um dagpengar og PD U2 váttan. PD U2 váttanin gevur tær rætt til dagpengar frá danska A-kassanum fyrstu 3 mánaðirnar, og í tíðarskeiðinum PD U2 váttanin er galdandi, skal tú vera skrásett/ur sum arbeiðssøkjandi hjá ALS.

Tað vil siga, at tú tú kemur til Føroyar, skal tú innan freistina, ið er ásett í PD U2 váttanini (vanliga 7 dagar), skráseta teg sum arbeiðssøkjandi hjá ALS. Tú letur ALS PD U2 váttanina frá A-kassanum, og um tú hevur eitt CV er tú vælkomin at lata ALS avrit av tí, og harvið sleppa undan at útfylla annað skrásetigarskjal.

Liðugur at lesa, arbeiðsleys/ur og fær dimittendsats. Um tú flytur til Føroyar, skal tú seta teg í samband við tín danska A-kassa, og søkja um eina PD U2 váttan. PD U2 váttanin gevur tær rætt til dagpengar frá danska A-kassanum fyrstu 3 mánaðirnar, og í tíðarskeiðinum PD U2 váttanin er galdandi, skal tú vera skrásett/ur sum arbeiðssøkjandi hjá ALS. Tú hevur møguleika at fáa útgoldið dimmittendsats frá danska a-kassanum í 3 mánaðir. Um tú framvegis er arbeiðsleys/ur aftaná 3 mánaðir og tú ikki fer aftur til Danmarkar, hevur tú ikki rætt til útgjald frá ALS.

Um tú enn er arbeiðsleys/ur tá PD U2 tíðarskeiðið er liðugt, og tú ikki fer aftur til Danmarkar, skal tú søkja um arbeiðsloysisstuðul frá ALS. Tú fyllir út umsókn á Vanganum, og skal ALS m.a. eisini hava eina PD U1 váttan frá A-kassanum, umframt lønarseðlar fyri vunna lønarinntøku uttanlanda seinastu 12 mánaðirnar. SU verður ikki roknað við í útrokningargrundarlagið.

ALS biður umPD U1 váttanina, saman við møguligum øðrum upplýsingum/skjalprógvum frá A-kassanum, talgilt, og tú skal bara upplýsa hvørjum A-kassa tú er limur hjá.

Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir móttiknari lønarinntøku seinastu 12 mánaðirnar. Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 4 ára skeiðið. Brúkt tíðarskeið í Danmark, verða rokna sum brúkt í Føroyum. Eftir hetta steðgar útgjaldið, og tú hevur ongan rætt til arbeiðsloysisstuðul teir næstu 24 mánaðirnar. Eftir hetta kann tú koma inn í skipanina eftir somu treytum sum tey, ið søkja um arbeiðsloysisstuðul fyri fyrstu ferð.

Arbeiðsloysisskipanin
Tinghúsvegur 14
Postsmoga 3022
FO-110 Tórshavn
Tlf. 34 95 50
Fax. 34 95 51
Teldupostur: als@als.fo
www.als.fo

Grundarlagið er avtala, sum er gjørd millum Beskæftigelsesministeriet og Vinnumálaráðið um samskipan av arbeiðsloysistrygging.

Avtalan inniber, at arbeiðstøk við rætti til arbeiðsloysisstuðul kunnu frá fyrsta arbeiðsloysisdegi taka sín arbeiðsloysisstuðul við sær úr Danmark til Føroyar fyri at leita sær eftir arbeiði.

Avtalan liggur sum bilag 3 og 4 undir “Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland”

Bekendgørelse og avtalan