Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Bestu og nágreiniligastu upplýsingar um háskúlar og eftirskúlar fáast her:

Far inn á heimasíðurnar hjá Højskolernes Hus og Efterskoleforeningens Sekretariat. Har finnur tú upplýsingar um einstøku skúlarnar, kostnað, stuðul og annað:

Háskúlar

Højskolernes Hus
Nytorv 7
1450 København K
Tlf. 33 36 40 40
www.hojskolerne.dk
kontor@ffd.dk

Stuðulsmøguleikar
Útyvir vanligan statsstuðul kann søkjast um stuðul frá ‘Rigsfællesskabets Højskolestipendium’, sum felagið hjá fólkaháskúlum í Danmark umsitur.

Stuðulsupphæddin er í mesta lagi 700 kr. um vikuna í upp til 20 vikur, tilsaman 14.000 kr. Næmingurin søkir um stuðulin, men hann verður útgoldin til háskúlan, sum so mótroknar í gjaldinum hjá næminginum.

Stuðulsjáttanin er avmarkað, og einans 18 føroyingar fáa játtað stuðul í 2020.

Treytir:
Skal vera millum 18 og 25 ár
Hava fastan bústað í annaðhvørt Føroyum, Danmark ella Grønlandi
Ætla sær á háskúla í einum av hinum báðum londunum.

Umsóknarfreistir:
10.12.2019 til várhálvuna 2020
01.03.2020 til heysthálvuna 202

Nærri upplýsingar á hesari leinkjuni:

https://www.hojskolerne.dk/hoejskoler/nordiske-folkehoejskoler/rigsfaellesskabets-hoejskolestipendium/

‘Det nordiske højskolestipendium’. Tað kann søkjast um stuðul til háskúlauppihald í norðanlondum.

Kungalv ved Gøteborg  – www.nordiskafhsk.se – 1/2 frípláss

https://www.hojskolerne.dk/hoejskoler/nordiske-folkehoejskoler/nordisk-hoejskolestipendium

Eftirskúlar

Efterskoleforeningens Sekretariat
Farvergade 27, opg. H, 2.sal
1463 København K
Tlf. 33 12 86 80
www.efterskole.dk

info@efterskoleforeningen.dk