Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Føroyska sjúkrahúsverkið syrgir fyri, at tú fær eitt danskt persónnummar, og setir seg í samband við teg um hetta innan fráferð. Hevur tú havt danskt persónnummar áður, so ger vart við tað, tí so fær tú somu tøl aftur.

Innritan á www.sundhed.dk krevur eitt NemID. Hetta mást tú sjálv/ur fáa til vega í Danmark, við at fara til nærmastu Borgerservice í býnum har viðgerðin fer fram. Tú skal hava danskt pass við røttum CPR á, ella annað ID dokument við, sum hevur danskt CPR-nr. á. Neyðugt er eisini at hava onkran við sum vitni, sum eisini skal hava ID pappír við, sum hevur CPR-nr. á.

Tá tú hevur fingið eitt NemID, ber til at innrita á tína sjúklingajournal á www.sundhed.dk.