Fyri børn undir 18 ár verður útgoldin ein skattafrí barnafamiljuveiting, nevnd “børne- og ungeydelse” hvønn ársfjórðing.
Upphæddirnar pr. 01.01.2025 eru hesar:
0 – 2 ár: 5.292 kr. pr. kvartal
3 – 6 ár: 4.191 kr. pr. kvartal
7 – 14 ár: 3.297 kr. pr. kvartal
15 – 17 ár: 1.099 kr. pr. mánaða
Hetta ískoytið skal ikki søkjast. Ískoytið verður útgoldið:
20. jan. – 20. apr. – 20. juli og 20. okt.
Um tú hevur inntøku yvir kr. 917.000,- (2025) verður upphæddin sett niður við 2 % av tí upphæddini sum fer uppum kr. 917.000,- (topskattagrundarlagið 2025).
Ískoytið er treytað av fullari skattskyldu í Danmark. Tú skalt skjalprógva, at tú lýkur bústaðartreytirnar, nevniliga at tú hevur havt bústað ella arbeiði í danska ríkinum í minsta lagi 6 ár innan fyri tey seinastu 10 árini. Hettar kann skjalprógvast við einum búðstaðaryvirliti frá kommununi í Føroyum.
Um tú lýkur treyturnar, fært tú veitingina ársfjórðingin aftaná, at tú ert flutt/ur til Danmarkar.
