Um tað er ásett gjald av barnapengum í einum ískoytisskjali (gjaldsavgerð), kunnu barnapengarnir eftir umsókn útgjaldast sum forskot frá tí almenna.
Í samband við flyting er tað neyðugt at hava ískoytisskjalið (gjaldsavgerðina) við og váttan frá Almannaverkinum, nær seinasta útgjald er útgoldið.
Søkt verður gjøgnum Udbetaling Danmark. Tú skalt logga á www.borger.dk – vel “Familie og børn”, “Skilsmisse og familiebrud” , “Børnebidrag” og síðani trýstir tú á:
“Søg udbetaling og opkrævning af børnebidrag hos Udbetaling Danmark”
Vanliga ískoytið (normalbidraget) er 1.500 kr. um mánaðin pr. 01.01.2023.
Um tú lýkur treyturnar, fært tú veitingina ársfjórðingin aftaná, at tú ert flutt/ur til Danmarkar.
Tú skalt skjalprógva, at tú lýkur bústaðartreytirnar, nevniliga at tú hevur havt bústað ella arbeiði í danska ríkinum í minsta lagi 6 ár innan fyri tey seinastu 10 árini. Hettar kann skjalprógvast við einum búðstaðaryvirliti frá kommununi í Føroyum.