Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Tá tú hevur fráboðað flyting í nýggju kommununi, verður tú skrásett/ur í CPR og tú fært eitt danskt persónnummar (CPR-nr.).

Tað ræður um at fáa CPR-nr. skjótast gjørligt, tí tað er neyðugt, um tú t.d. skalt hava eina bankakontu, skriva børn upp til dagstovn, søkja um barnaískoyti og fáa útgoldið SU.

Tú skalt møta persónliga upp á Borgerservice og hava pass og skjalprógv við tínum føroyska P-tali við. Bið um at fáa upplýst títt danska CPR-nr. (t.d. tí tú skalt søkja SU). Tá tú hevur fingið títt CPR-nr., skalt tú biðja um at fáa NemID.

NemID er tín talgildi samleiki í Danmark, sum ger tað trygt at senda persónligar upplýsingar. NemID verður nýtt til alt alment samskifti, t.d. við Skat, SU, e-boks, fyritøkur og netbankar. Til tess at fáa NemID, skalt tú fyrst hava eitt danskt CPR-nr.