Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Soleiðis fráboðar tú flyting:

Tú skalt leita tær á Borgerservice í tí kommununi, sum tú flytur til, og fráboða flyting innan fimm dagar.

Flytir tú til Keypmannahavn, skalt tú bíleggja tíð á Borgerservice. Nærri leiðbeining: Flyting til KBH

Við tær skalt tú hava:

  • Pass ella koyrikoyrt
  • Skjalprógv við tínum føroyska p-tali
  • Skjalprógv fyri bústað (t.d. leigusáttmála ella ‘logiværtserklæring’)

Hevur tú børn undir 18 ár skalt tú hava dóps- ella navnabræv við.

Ein flyting úr Føroyum til Danmarkar  skal skrásetast sum ein internordisk flyting.
Sambært CPR-loven § 23, stk. 2, eru Føroyar javnsettar við onnur norðurlond.

Hevur tú trupulleikar í sambandi við flyting til Danmarkar, kanst tú altíð venda tær til Ráðgevingina