Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Søkjast kann um barnaansingarpláss, tá tú ert flutt/ur í danska kommunu. Bíðilistar eru, og tað gongur eftir, nær barnið er uppskrivað til stovnspláss.

Flestu kommunur hava “plássgaranti”. Í nøkrum kommunum ber til at søkja um ansingarpláss áðrenn tú ert flutt/ur, men tú skalt tá kunna vísa á nær tú flytir og til hvørja adressu, til dømis ein leigusáttmála. Spyr nærri á “Pladsanvisningskontoret” í kommununi, tú flytur til.

Kostnaður
Ymiskt er frá kommunu til kommunu, hvat stovnsplássini kosta. Um tað eru fleiri børn skal fullur prísur rindast fyri dýrasta plássi, hini systkini gjalda 50%.

Søkjast kann um heilt ella lutvíst frípláss. Inntøkumørkini pr. 01. januar 2025 eru hesi:

Undir 208.100 0 % av fulla kostnaðinum
208.101 – 212.715 5% av fulla kostnaðinum
212.716 – 646.499 Gjaldið hækkar við 1 % fyri hvørjar 4.614 kr. inntøkan hækkar.
646.500 og hægri 100 %

Inntøkumarkið hækkar við 7.000 kr. fyri hvørt heimabúgvandi barn undir 18 ár út yvir tað fyrsta barnið.

Inntøkumarkið hækkar við 72.822 kr. fyri stakar uppihaldarar.