Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

 

Reglur viðvíkjandi heilivágskeyp hjá einstaklingum staddir í Danmark.

Sjúklingar sendir til viðgerð í Danmark.
Heilivágur í samband við viðgerðina verður goldin av sjúkrahúsverkinum í samband við innlegging.
Tá Sjúklingurin verður útskrivaður til víðari ambulanta viðgerð til dømis til Sjúklingahotellið Tórshavn, og fær resept uppá heilivág, er mannagongdin hendan:
Sjúklingurin kann keypa resept-heilivág á donskum apoteki. Heilsutrygd endurrindar tilskot samsvarandi heilivágsstigan. Umsókn, avrit av reseptini og gjaldskvittanini skulu sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 2. FO-700 Klaksvík
Tlf. + 298 61 40 00 – faks +298 47 10 11 – heilsutrygd@heilsutrygd.fo

 

Fylgjarar/avvarðandi
Um fylgjarar/avvarðandi hjá sjúklingum keypa heilivág á einum donskum apoteki er tað fyri egnu rokning. Heilsutrygd veitir ikki stuðul uttan so, at heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Ferðandi
Keyp av heilivági á einum donskum apoteki er fyri egnu rokning.