Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
marts 3, 2026 by Ikke kategoriseret No Comments

Sum lesandi uttanlanda hevur tú vælrætt til Løgtingsvalið. Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skalt tú lúka hesar treytir:

  • Bústaðarkrav: tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
  • Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár.
  • Tú ert uttanlands í lestrarørindum

Soleiðis gjørt tú:

Tú søkir um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur í landsfólkaeftirlitinum. Fleiri kommunur hava sjálvgreiðslu á Vanganum, har tú kannst søkja um at fáa valrætt.

  1. Rita inn á Vangan
  2. Vel ta kommunu tú búði í, áðrenn tú flutti uttanlands
  3. Søk um atkvøðurætt til Løgtingsval.

Um tín kommuna ikki er á Vanganum, skalt tú útfylla skjal 1, sí leinkju til Kunngerð nr. 14 frá 8. mars 2024 Lógasavn . Eru yvamál skalt tú venda tær til kommunuskrivstovuna.

Gev gætur at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søgt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annahvørt vera pass ella koyrikort.

Brævatkvøðan kann avgreiðast frá mánadegnum 9. mars og restina av vikuni kl. 10-15 á Sendistovu Føroya, Strandgade 91, 4. sal, 1401 København K.

Comments are closed.