Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Eitt serligt ískoyti, sum foreldur undir útbúgving kunnu søkja (Særligt børnetilskud til uddannelsessøgende forældre).

Útbúgvingin skal geva rætt til SU ella geva rætt til upptøku í einum arbeiðsloysiskassa eftir lokna útbúgving.

Bert eitt ískoyti verður útgoldið fyri hvørt lesandi foreldur. Støk og pør, har bert annað er lesandi, kunnu bert fáa eitt ískoyti. Pør, har bæði eru lesandi, kunnu fáa tvey ískoyti, um tey hava 2 ella fleiri børn. Bert foreldur, sum hava barnið búgvandi hjá sær, hava rætt til ískoytið.

Ískoytið er í mesta lagi 7.720 kr. árliga og verður útgoldið hvønn ársfjórðing (1.930 kr.).

Inntøkumark pr. 01.01.2020 (inntøka í álmanakkaárinum):

Støk Pør
(1 ískoyti)
Pør
(2 ískoyti)

Ískoytið minkar við 10 % av inntøkuni, sum fer uppum:

154.600 231.800  231.800

Ískoytið fellur burtur, um inntøkan fer uppum:

227.280 302.980 378.600

Udbetaling Danmark umsitir veitingina –  tlf. 70 12 80 62

Tú søkir og finnur nærri upplýsingar á: www.borger.dk – leinkja her: børnetilskud til forældre under uddannelse

Legg til merkis!

Stakur uppihaldari, sum fær ískoyti frá SU sum stakur uppihaldari, hevur ikki rætt  til omanfyristandandi ískoytir.

Pør, har bæði fáa SU og ískoyti til SU sum uppihaldarar, hava ikki rætt til omanfyristandandi ískoytir til fyrsta barnið. Um tit hava 2 børn kunnu tit fáa ískoyti til tað eina.

Um tit búgva saman og bert ein av tykkum fær ískoyti frá SU sum uppihaldari, kunnu tit eisini fáa børnetilskud til forældre under uddannelse.

Um tú í einum tíðarskeiði ikki fært ískoyti sum uppihaldari frá SU, t.d. vegna praktik ella barsil, kanst tú ístaðin søkja um børnetilskud til forældre under uddannelse.

Barnatilskot til foreldur sum eru í praktik

Hetta ískoyti kann søkjast, um talan er um praktik og kemur í staðin fyri barnaískoyti til foreldur undir útbúgving. Tú søkir og finnur nærri upplýsingar á borger.dk – leinkja her: børnetilskud til forældre i praktik