Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Um leigu

Um tú finnur eina leiguíbúð á privata marknaðinum, skalt tú hugsa teg um, áðrenn tú skrivar leigusáttmálan undir.

Tú skalt lesa sáttmálan væl ígjøgnum, kanna um oyðublaðið er góðkent av Boligministeriet, um nakað er skoytt uppí, og um leiguíbúðin svarar til tað, sum stendur í sáttmálanum. Vanliga verður goldið 1-3 mánaðar leigu í depositum. Depositum ella frammanundan goldin húsaleiga og annað má ikki verða meira enn 6 mánaðar húsaleiga. Í almennum byggjarí skalt tú gjalda eitt ávíst innskot.

Ráðgevingin mælir til, at tú saman við útleigaranum gjøgnumgongur íbúðina fyri møgulig brek. Um tú finnur brek, skriva ein lista og fá útleigaran at skriva undir og rætta brekini sum skjótast. Um tað ikki er gjørt áðrenn 2 vikur eru farnar skalt tú klaga til útleigaran. Annars er vandi fyri, at tú kemur at gjalda fyri brekini, tá tú flytir úr íbúðini.

Um framleigu
Um tú hevur møguleika at framleiga eina privata íbúð, skalt tú tryggja tær, at talan er um eina lógliga framleigu. Tann, sum framleigir, skal hava loyvi frá tí veruliga útleigaranum. Tað er eisini galdandi, tá talan er um eina íbúð í einum bústaðarfelag – boligforening. Tá talan er um kollegiu- og ungdómsíbúðir, skalt tú eisini tryggja tær, at tað er loyvt at framleiga. Tað kunnu verða serligar reglur um, hvussu leingi tú kanst framleiga.

Vanligar íbúðir kunnu framleigast í mesta lagi 2 ár í einum samanhangandi tíðarskeiði. Tað er ikki loyvt at krevja hægri húsaleigu, enn leigarin sjálvur rindar. Framleigukontraktin skal vera skrivlig.