Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

 

Ráðgevingin er ein sjálvsognarstovnur, settur á stovn 1. mai 1984. Stovnurin er fíggjaður á Løgtingsfíggjarlógini. Tveir sosialráðgevar arbeiða á stovninum ávikavist 30 og 32 tímar um vikuna.

Søgan

Ráðgevingin byrjaði í september 1979 við sjálvbodnari arbeiðsmegi og viðtalu 2 tímar um vikuna. Tá hetta ikki longur nøktaði tørvin, varð arbeitt við at fáa sett ein sosialráðgeva í lønt starv. Ein játtan frá “Egmont H. Petersens Fond” í eini tvey ára royndartíð gjørdi tað møguligt at seta sjálvsognarstovnin ”Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark” á stovn í apríl 1984. 1. mai 1984 varð ein sosialráðgevi settur í starv 20 tímar um vikuna.

Royndartíðin vísti, at tørvur var á slíkari ráðgeving, og stovnurin kom á fíggjarløgtingslógina. Seinni bleiv tímatalið økt við 32 tímum um vikuna og ein sosialráðgevi aftrat varð settur í starv.

Ráðgevingin hevði í øllum tíðarskeiðnum veitt ráðgeving til sjúklingar og avvarðandi, men merkti ein tørv at gera meira fyri henda bólkin, og serliga at byrja vegleiðingina so tíðliga sum gjørligt. Men arbeiðsbyrðan hjá Ráðgevingini var ov stór til, at hetta kundi gerast við táverandi karmi.

Frá 1.apríl 1995 við stuðli frá “Sygekassernes Helsefond” – løn til 10 tímar um vikuna í 2 ár – bar til at veita ráðgeving til sjúklingar á Hotel Tórshavn. Aftaná 2 ár fekk Ráðgevingin játtað 10 tímar aftrat á fíggjarløgtingslógini.

Kjarnumál

  • At veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum.
  • At reka upplýsandi arbeiði á nevndu økjum fyri einstaklingar, myndugleikar og stovnar í Danmark og Føroyum.
  • At virka samskipandi millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar innan nevndu økir í Danmark og Føroyum.