Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Tað kann ofta vera torført at finna eina íbúð í Danmark, serliga í stóru útbúgvingarbýunum.

Ráðgevingin hevur ikki møguleika at finna tær nakað at búgva í, men vit kunnu greiða eitt sindur frá møguleikunum og vísa tær á, hvar tú kanst søkja.

Flestu kommunurnar í Danmark hava eina heimasíðu, og har eru upplýsingar um bústaðarmøguleikar í einstøku kommununi at finna, umframt hvønn tú kanst venda tær til. Fyri at fáa eitt yvirlit, er gott at fara inn á heimasíðuna hjá kommununi, tú ætlar at flyta til.

Eitt yvirlit yvir heimasíðurnar hjá kommununum finnur tú her:

Tað er eisini vert at halda eyga við lýsingum í tíðindabløðum, uppsløgum í handlum ella sjálv/ur seta lýsingar upp eftir bústaði.

Flestu bústaðirnir verða tó lýstir á netinum, og tað plagar at ganga skjótt frá tí, at ein íbúð er lýst leys og hon verður tikin. Á Facebook ber til at leita eftir ymiskum bólkum fyri tín bý, har nógvir bústaðir verða lagdir upp. Kortini ræður um at nýta vit og skil og tryggja tær at talan er um álítandi seljara ella útleigara áðrenn tú flytur peningaupphæddir.

Vit hava sett saman nakrar hentar leinkjur fyri ymisku bústaðarmøguleikarnir her: