Tað ber til at taka bilin við sær tá tú flytir til Danmarkar, men tú skal vera varugur við tær ymisku reglurnar.
Um tú flytir til Danmarkar og tekur bilin við føroyskum nummarplátum við, er høvuðsreglan – sambært Motorstyrelsen, at bilurin skal skrásetast í Danmark í seinasta lagi 30 dagar eftir at tú er fluttur. Tú kann lesa meira um reglurnar her: https://motorst.dk/borger/udenlandske-biler
Undantøk eru frá høvuðsregluni og avgerandi er, um flytingin er fyribils ella talan er um varandi flyting.
Fyribils uppihald í Danmark
Um tú uppiheldur tær í Danmark í minni enn 185 dagar innanfyri eitt 12 mánaðar langt tíðarskeið, kann tú koyra við føroyskum nummarplátum uttan at gjalda danskt skrásetingargjald.
Tú skal gjalda skrásetingargjald í tí landinum har tú er heimahoyrandi – tá tú uppiheldur tær fyribils í Danmark er tú ikki heimahoyrandi í Danmark, men í Føroyum.
- Tú er heimahoyrandi í tí landinum, sum tú uppiheldur tær í meira enn 185 dagar í hvørjum kalendaraárið
- Hevur tú hjúnafelag og børn í útlandinum (Føroyum), og uppiheldur tú tær í bústaði tínum í útlandinum (Føroyum) í minst tvær ferðir hvønn mánað, er tú heimahoyrandi í útlandinum (Føroyum)
- Hevur tú bústað í fleiri londum, kan Mororstyrelsen avgerða hvar tú er heimahoyrandi
Søk um loyvi at koyra við føroyskum nummarplátum í Danmark
Ivast tú í hvussu leingi tú skal vera í Danmark ella hvar tú er heimahoyrandi, kann tú søkja um loyvi til at koyra í Danmark við føroyskum nummarplátum. Tað kostar 400 kr at fáa umsóknina viðgjørda.
Send hesi skjøl til Mororstyrelsen
- Blanket 21.059 – finnur tú her ella á skat.dk: https://motorst.dk/blanketter/ansoegning-om-tilladelse-til-privat-koersel-i-danmark-med-udenlandsk-registreret-koeretoej?oid=1716067&vId=0
- Avrit av skrásetingarváttan
- Eitt setanarskriv ella ein lestraravtala, sum skal skjalpprógva hvussu leingi tú skal vera í Danmark
- Eina kvittan fyri at tú hevur goldið 400 kr
- Eitt vigslubræv – um tú er giftur
- Føðibræv – um tú hevur børn
- Eina bústaðarváttan
Send umsóknina talgilt: Rita inn á Tastselv á skat.dk við MitID og vel Kontakt – Skriv til os – Bil og motor – Import/eksport(udland) – biler fra udlandet.
Send umsóknina við post: Motorstyrelsen, Nykøbingvej 76, Bygning 45, 4990 Sakskøbing.
Rinda tær 400 kr
Tú kann gjalda gjøgnum netbanka. Nýt kortslag +73 og kontonr: 86984156 og skriva hesi boðini til móttakaran á sjálvari inngjaldingini:
- Cpr-nr hjá umsøkjara
- Navn hjá umsøkjara
- Nummarið á plátunum
- Møguligt málaviðgerðarnummar
Uppihald í Danmark upp til 3 ár
Um tú skal vera í Danmark í eitt avmarkað tíðarskeið upp til 3 ár, kann tú søkja um at sleppa undan at gjalda skrásetingargjald í Danmark. Tú skal hava bilin við tær tá tú flytir til Danmarkar og flyta hann inn sum flytigóðs. Tað merkir, at tú kann ikki taka bilin niður til Danmark aftaná at tú er fluttur.
Soleiðis søkir tú um at vera frítikin fyri at gjalda skrásetingargjald:
Útfyll blanket 21.033 (Afgiftsfritagelse/Kvartalsafgift) https://motorst.dk/blanketter/kvartalsafgift og send tað til Mororstyrelsen saman við hesum skjølum:
- Bústaðarváttan, sum skjalfestir at tú innan fyri tey seinastu 12 árini hevur búð í minst 5 ár í Føroyum. Hesa finnur tú á Vanganum hjá tær.
- Eina setanaravtalu ella eina lestraravtalu, sum skjalfestir hvussu leingi tú skal uppihalda tær í Danmark.
- Avrit av skrásetingarváttanin uppá bilin
- Avrit av sýnisfrágreiðing frá donskum sýnsmynduleika at bilurin hevur verið til víðkað skrásetingarsýn(skrásetingar- og tollsýn/enhedsdokument).
- Skjalfesting av at bilurin er fluttur sum flytigóðs. Les meira um flytigóðs á heimasíðuni hjá Toldstyrelsen, her https://toldst.dk/borger/flyttegods
Post
Tú kann eisini senda skjølini við posti til:
Mororstyrelsen
Nykøbingvej 76, Bygning 45
4990 Sakskøbing
Varandi flyting til Danmarkar
Brúktir persónsbilar kunnu innflytast úr Føroyum til Danmarkar toll- og momsfrítt sum flytigóðs – treytað av, at tú hevur átt og nýtt bilin teir seinastu 6 mánaðirnar. Føroyskt skrásetingarskal skal vísast sum prógv. Tú kann ikki selja, pantseta ella útleiga bilin fyrstu 12 mánaðirnar. Tú skal eisini prógva, at tú hevur búð uttanfyri EU í minsta lagi 12 mánaðir.
Við varandi flyting skal tú gjalda skrásetingargjald (indregistreringsafgift). Bilurin skal sýnast og virðismetast. Skrásetingargjaldið av brúktum bilum verður roknað eftir aldur og gjaldskyldiga virðinum av bilinum eftir einari gjaldsskrá.
Tað ber til at senda ein fyrispurning til Skat um ásetta virði av einum brúktum bili ella tú kann fara inn á heimasíðuna hjá Skat og gera eina vegleiðandi útrokning: https://motorst.dk/borger/import-af-bil-eller-mc
Tú kann fáa Virðisgjald/Skrásetingargjald lutfalsliga afturgoldið, tá bilurin verður tikin úr føroysku skrásetingini í samband við flyting (Løgtingslóg nr. 33 frá 19.mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakrøtum…..Kapitul 7)
Á heimasíðuni hjá Skat undir Borger – Motor og nummerplader finnur tú aðrar hentar upplýsingar og oyðubløð.
