Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Um tú er fylt/ur 67 ár,  hevur havt fastan bústað í Føroyum og verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í Føroyum í minst 3 ár meðan tú vart millum 15 og 67 ár, hevur tú rætt til arbeiðsmarkanaðareftirløn.

Tú hevur rætt til 1/40 av fullari arbeiðsmarkanaðreftirløn – 5.590 kr. (2019) – fyri hvørt árið, tó í mesta lagi 40 ár, tú hevur havt fastan bústað í Føroyum og verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í Føroyum.

TAKS umsitir útgjald frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Leinkja til umsóknarblað

Tað er neyðugt at hava konto í einum føroyskum peningastovni.

Um tú býrt í Danmark verður skattur ikki trektur av í Føroyum, men inntøkan er skattskyldug í Danmark, og tú skalt sjálv/ur uppgeva inntøkuna til SKAT í Danmark.