Niðanfyri greiða vit frá, hvussu inntøkurnar verða býttar á høvuðs- og bikort.
Skattakort
»Skattakort« er samheitið fyri fríkort, bikort og høvuðskort, og verða hesi brúkt fyri at rokna út, hvussu tínar inntøkur skulu skattast.
Hevur tú fleiri inntøkur (t.d. lønarinntøku og SU), verða inntøkurnar skattaðar ymiskt, og tí er neyðugt at kunna arbeiðsgevaran ella SU, hvat skattakort skal nýtast. Bert ein inntøka kann nýtast á høvuðskortinum, og er tað ætlað tíni størstu ársinntøku. Til allar aðrar inntøkur skalt tú nýta bikortið.
- Høvuðskortið er ætlað størstu inntøkuni hjá tær (t.d. SU: 7.086 kr/mðn).
- Bikortið verður bert nýtt, um tú hevur aðrar, lægri, inntøkur (t.d. lønarinntøku).
Persónsfrádráttur
Øll hava ein árligan persónsfrádrátt, sum kann síggjast á forskotsuppgerðini. Hevur tú føroyafrádrátt, verður hann lagdur afturat persónsfrádráttinum, og hækkar mánaðarliga frádráttin tilsvarandi.
- Persónsfrádráttur: 51.600 (4.300 kr./mðn)
- Føroyafrádráttur: 51.600 + 36.000 = í mesta lagi 87.600 um árið
Bruttokort
Ynskir tú størri ágóða av tínum frádrátti fyri hvønn mánað, ber til at biðja SKAT um eitt bruttotrekkort. Við bruttotrekkortinum rindar tú sama skattaprosent av bæði SU og lønarinntøkuni. Tá er tó umráðandi at uppgeva væntaðu lønarinntøku fyri árið so neyvt gjørligt, soleiðis at tú rindar rætta skattin.
