Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
november 8, 2013 by Skattur No Comments

Frá 8. november ber til at síggja forskudsopgørelse fyri 2014.

Við at fara inn á www.skat.dk TastSelv við NemId ella TastSelv-kode, kanst tú hyggja eftir, hvussu títt forskudsopgørelse og skattakort fyri 2014 sær út. Her kanst tú síggja hvat SKAT skrivar um tínar inntøkur, frádráttir, og hvat tú kemur at gjalda í skatt fyri árið 2014.

Tað er umráðandi at fara inn og kanna eftir, um tølini eru røtt. Eru tølini í forskudsopgørelsen ikki røtt, so kanst tú fara inn og velja ‘ret forskudsopgøelse‘.

Lesandi, sum hava rætt til føroyafrádrátt, skulu skriva hann inn í forskudsopgørelsen. Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 skalt tú skriva upphæddina í teig 491. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 71.000 kr.

Er lesturin byrjaður aftaná 31.12.2010 skalt tú skriva upphæddina í teig 437. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 42.800 kr. Um tú hevur fortjent meira enn 42.800 kr. skalt tú skriva restupphæddina í teig 53 í mesta lagi 36.000 kr.

Nærri upplýsingar og mannagongd viðvíkjandi føroyafrádrátti eru at finna her

Gev gætur: Persónlig viðtala á skattacentrinum er nú bert eftir avtalu.

Comments are closed.