Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
juli 27, 2017 by Ikke kategoriseret No Comments

Pisudagar 

Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.

MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), ASK (Altjóða Skrivstovan) og Betri skipa fyri Pisudøgum á hvørjum ári.

Tiltakið er ætlað tær, ið fer undir víðari lestur uttanlands, og endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Ráðgevingin luttekur og gevur góð ráð á Pisudøgunum

Týskvøldið 1. august kl. 19.00 á deildini hjá Betri í Saltangará

Mikukvøldið 2. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Betri í Havn

 

Comments are closed.