Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
april 1, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Vegleiðing til hvussu tú setir Føroyafrádráttin á tína ársuppgerð

Um tú hevur havt føroyafrádrátt á forskudsopgørelsen, koma teigarnir fyri føroyafrádrátt fram og tú skalt sjálv skriva upphæddirnar inn. Sí leiðbeining niðanfyri.F

Um tú ikki hevur havt føroyafrádrátt á forskudsopgørelsen, eru teigarnir ikki sjónligir.

Hevur tú fyrr hevur fingið góðkent føroyafrádrátt, kanst tú í telduposti vísa til, at tú fyrr hevur havt føroyafrádratt, framvegis er lesandi  og tí ynskir at fáa føroyafrádrátt til tína lønarinntøku.

Um tú ikki hevur havt føroyafrádrátt fyrr, skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi 2019. Sí leiðbeining ”Hvussu søki eg um føroyafrádrátt”.

Videoleiðbeining

Vegleiðing: Soleiðis setur tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina fyri 2019

Rita inn við NemId ella tastselvkodu á skat.dk

Vel ”Se årsopgørelsen”

Kanna upphæddir, sum eru uppgivnar og um føroyafrádrátturin er við.

Tá tú hevur havt føroyafrádrátt á forskudsopgørelsen, koma teigarnir fyri føroyafrádrátt fram og tú skalt sjálv skriva upphæddirnar inn.

Vel ”Ret årsopgørelsen/oplysningsskemaet”

Í teig 437 skrivar tú upphædd svarandi til lønina í teig 11, í mesta lagi 46.200 kr.

Um tú hevur fortjent meira enn 46.200 kr., skrivar tú restupphæddina í teig 54 í mesta lagi 36.000 kr.

Tá tú hevur sett upphæddirnar inn kemur eitt yvirlit yvir rættingarnar fram  – Vel ”Godkend”

Síðani kemur henda myndin fram, og tú kanst síggja tína nýggju ársuppgerð.

Um Skat ikki góðtekur rættingarnar kemur henda myndin fram. Um tú ikki kann rætta, skalt tú seta teg í samband við Skat umvegis tlf. +45 72 22 28 92 ella teldupost í skattamappuni undir ”kontakt”

Comments are closed.