Føroyingar sum hava bústað í Føroyum, men eru staddir í Danmark og ikki kunnu atkvøða í Føroyum tann 31. oktobur, hava møguleika fyri at brævatkvøða í Danmark.
Tú kannst brævatkvøða frá 11. oktobur. Mælt verður til at atkvøða skjótast til ber, tí atkvøðurnar skulu vera frammi á valstaðnum áðrenn kl. 9.00 valdagin.
Tú kannst atkvøða á Borgerservice í tí kommununi har tú ert staddur. Tú skal hava samleikaprógv (pass ella koyrikort) við. Í Keypmannahavn kann man millum annað brævatkvøða á Borgerservice, Nyropsgade 7, 1602 København V. Sí fleiri valstøð í Danmark á https://www.borger.dk/Handlingsside?selfserviceId=da78247d-87bb-477f-83ab-ff8df35603f9
Atkvøðuseðil skal útfyllast við
- bókstavi fyri ein flokk og/ella
- navni á flokkinum og/ella
- navni á einum persóni sum stillar upp
Føroyskir sjúklingar, sum eru innlagdir í Danmark, kunnu brævatkvøða á sjúkrahúsinum.