Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
november 14, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Veljarar staddir í Keypmannahavn kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn yrkadagar kl. 10-15 á Strandgade 91, 4. hædd, 1401 København K.

Eisini ber til at brævatkvøða í tí kommununi man býr í.

Mælt verður til at avgreiða brævatkvøðu í seinasta lagi mánadagin 28. november kl. 15 fyri at tryggja, at brævatkvøðan verður frammi á valstaðnum fyri kl. 10 á valdegnum.

SJÚKLINGAR

Føroyskir sjúklingar, ið eru innlagdir á Ríkissjúkrahúsinum fáa møguleika fyri at brævatkvøða á sjúkrahúsinum. Føroyskir sjúklingar á Sjúklingahotellinum Tórshavn, hava møguleika fyri at brævatkvøða á Sjúklingahotellinum týsdagin 22. novembur kl. 12 – 15.

Comments are closed.