Familjuískoyti til familjur við lágari inntøku.
Familjuískoyti verður veitt til støk, hjún og samlivandi, umframt fosturforeldur, sum hava heimabúgvandi børn undir 18 ár, ið eru búføst á bústaðnum sambært Landsfólkayvirlitinum. Um barnið uppiheldur sær fyribils uttan fyri heimið í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár, verður sæð burtur frá treytini um, at barnið skal vera heimabúgvandi. Ískoytið er tengt at inntøku og ogn.
Familjuískoytið er 24.000 kr. um árið til stakar uppihaldarar, ið búgva einsamallir við einum barni. Til hjún og samlivandi er ískoytið 24.000 kr. um árið. Fyri hvørt barnið aftan á tað fyrsta hækkar ískoytið við 6.000 kr.
Er ársinntøkan 220.000 kr. fyri støk og 320.000 fyri hjún/samlivandi ella lægri verður fult ískoytið útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum ársinntøkuna hjá húskinum og 220.000/320.000 kr. Procentparturin er 25 % fyri 1 og 2 børn og 30 % fyri 3 ella fleiri børn. Lækkingin er sostatt tengd at inntøkuni og tali av børnum.
Umframt ársinntøku hevur ogn eisini týdning. Er ognin omanfyri 30.000 kr. verður einki útgoldið. Endurgjald fyri varandi mein ella líknandi er ikki at síggja sum ogn í hesum sambandi.