Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Alt samskifti og øll boð frá almennu stovnunum í Danmark, fer fram um internetið, og tað er tískil krav, at tú stovnar ein talgildan postkassa.

Tú kanst stovna postkassan á bæði:

Rita inn við tínum MitID og fylg vegleiðingini.

Tú kanst hava ein talgildan postkassa á bæði borger.dk og e-boks, men tað er ikki eitt krav. Uttan mun til hvar tú ritar inn, er júst sami postur at síggja, og tískil er bert neyðugt at kanna postin á einum stað.