Húsaleigunevnd (Huslejenævn)
Allar kommunur hava eina Húsaleigunevnd (Huslejenævn), ið viðgerð klagur og trætur í sambandi við leiguíbúðir hjá privatum útleigarum. Kommunan kann upplýsa um adressu á “Huslejenævnet” í tínari kommunu. Klagan skal vera skrivlig.
Lejernes LO
Um tú hevur trupulleikar í sambandi við eina leiguíbúð, kanst tú fáa hjálp frá Lejernes LO, men tað krevur, at tú ert limur ella meldar teg inn og rindar limagjald. Adressur, telefon og upplatingartíðir eru at finna á www.llo.dk.