Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Boligstøtte

Møguleiki er at fáa ískoyti til húsaleiguna frá tí almenna (boligstøtte), um tú leigar eina íbúð ella eitt kamar við køki og bað.

Hvussu nógv tú kanst fáa í íbúðarískoyti er treytað av:

  • Hvussu nógv búgva í íbúðini og barnatalið
  • Inntøkuni hjá húskinum
  • Leigukostnaðinum
  • Íbúðarstøddini

Udbetaling Danmark umsitir Boligstøtte. Tú skalt søkja digitalt gjøgnum heimasíðuna borger.dk og innrita við NemId. Tú skalt brúka leigukontakt, húsaleigukvittan, lønarseðlar, SU-støttemeddelelse ella pensionmeddelelse og ársuppgerð frá SKAT. Nærri upplýsingar um boligstøtte eru at finna á heimasíðuni www.borger.dk. Tú kanst eisini ringa til Udbetaling Danmark – Boligstøtte á tlf. 70 12 80 63.

Á heimasíðuni borger.dk er eisini møguleiki fyri at rokna út, hvussu nógv tú kanst fáa í íbúðarískoyti (vegleiðandi).

Umráðandi er, at tú søkir íbúðarískoyti, so skjótt til ber, tí tú kanst ikki fáa íbúðarískoyti við afturvirkandi gildi.