Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Tú kanst søkja leiguíbúðir ígjøgnum íbúðarfeløg (Boligselskaber/boligforeninger) og privatar útleigarar.

  • Íbúðir frá privatum útleigarum finnur tú fyrst og fremst gjøgnum lýsingar á netinum, men tær eru eisini at finna í bløðum.
  • Gjøgnum íbúðarfeløg, kanst tú seta teg á bíðilistar til íbúðir. Tað kostar umleið 100 – 200 kr. fyri hvørt íbúðarfelag at verða uppskrivað/ur og skal endurnýggjast á hvørjum ári. Sum oftast eru bíðilistarnir langir, so spyr teg fyri, áðrenn tú skrivar teg upp.
  • Við almennum íbúðum skal gjaldast eitt ávíst innskot, ofta svarandi til umleið 3 mánaðar húsaleigu. Møguleiki er fyri at søkja um lán til innskotið frá kommununi, um tú lýkur ávísar treytir.

Leinki til íbúðarfeløg:


Sí eisini: