Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Tá tú flytir til Danmarkar kanst tú flyta tín limaskap frá føroysku arbeiðsloysisskipanini ALS til ein danskan arbeiðsloysiskassa.

Arbeiðsloysisskipaninar í Føroyum og Danmark virka ikki líka. Í Føroyum verður tú automatisk umfatað/ur av ALS-skipanini, tá tú ert í arbeiði. Í Danmark skalt tú melda teg inn/yvirflyta limaskapin fyri at verða umfatað/ur av arbeiðsloysisskipanini.

Einar 3 vikur, áðrenn tú flytir til Danmarkar, skalt tú venda tær til ALS og siga frá, at tú flytir og biðja um skjalprógv fyri limaskapi í ALS (váttanin eitur N 301). ALS sendir tær síðani eitt spurnarblað at útfylla. Tá ALS hevur viðgjørt spurnarblaðið og kannað um samsvar er við upplýsingar frá TAKS, verður N 301 og kontoavrit frá TAKS sent tær.

N 301, kontoavrit, lønarseðlar og útskriftir frá TAKS skulu latast danska A-kassanum í seinasta lagi 8 vikur eftir, at tú ikki longur er umfatað/-ur av ALS. Tað ræður um at halda 8 virkurs freistina, annars missir tú rættin til yvirflyting og útgjald!

Í sambandi við yvirflytingina fært tú yvirflutt limatíðarskeið og arbeiðstímar. Hetta hevur týdning í samband við treytir fyri útgjald av arbeiðsloysisstuðli.

  • Tú skalt havar verið limur í ALS (goldið til ALS) í minsta lagi 1 ár. Skal skjalprógvast við váttan N 301 frá ALS.
  • Tú skalt skjalprógva í minsta lagi 2080 arbeiðstímar trý tey seinastu árini. Skal skjalprógvast við lønarseðlum.
  • Tú skalt vera skrásett/ur og tøk/ur í “Jobcentrinum”

Legg til merkis, at tú bæði skalt seta teg í samband við A-kassan fyri at yvirflyta og melda teg tøkan á Jobcentrinum. Tað ræður um at gera hetta skjótast møguligt aftaná flytingina. Tí tú kanst ikki fáa útgjald fyrr enn frá tí degi, tú ert skrásett/ur sum tøk/ur og hevur yvirflutt limaskapin til A-kassan.

Um tú ert arbeiðsleys/ur, tá tú flytir:
Arbeiðstøk við rætti til arbeiðsloysisstuðul, kunnu frá fyrsta arbeiðsloysisdegi taka sín arbeiðsloysisstuðul við sær úr Føroyum til Danmarkar.

Arbeiðsloysisstuðulin kann útflytast í upp til 3 mánaðir, tó ikki longri enn tað tíðarskeið, tá ið rætturin til arbeiðsloysisstuðul er uppi.

Tú skalt venda tær til ALS og søkja um at fáa útgjaldið við tær í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fráferð.

Við tær skalt tú hava eina váttan (PD U2) frá ALS og venda tær til “Work in Denmark” við váttanini, har tú skalt skráseta teg sum arbeiðssøkjandi.

Avtalan um at taka arbeiðsloysisstuðul við sær til Danmarkar liggur sum bilag 3 og 4 undir “Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland”

Viðvíkjandi eftirløn 
Um tú fyrr hevur verið limur í einum donskum A-kassa og goldið til eftirløn og so flytir aftur til Danmarkar og ynskir at koma inn aftur í eftirlønarskipanina, skalt tú skrivliga søkja um upptøku í A-kassanum innan 4 vikur eftir, at tú hevur fingið arbeiði ella er flutt/ur til Danmarkar.

Nærri kunning fæst eisini á heimasíðunum hjá føroysku arbeiðsloysisskipanini, donsku síðuni fyri arbeiðsloysikassarnar og síðuni fyri almennu stovnarnar í Danmark.