Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Í sambandi við flyting av bili til Danmarkar eru ymiskar reglur galdandi alt eftir um flytingin er varandi, undir 3 ár ella undir 1 ár.

Mannagongdin í samband við varandi flyting/undir 3 ár er at finna á heimasíðuni hjá SKAT:

https://motorst.dk/borger/import-af-bil-eller-mc  – 5 trin til at importere et køretøj.

Legg til merkis, at boðast skal frá innflytan av bili við at útfylla eitt skjal á heimasíðuni hjá SKAT, kvittanin skal printast út og liggja í bilinum. Innan 30 dagar skal bilurin verða skrásettur, sí leiðbeining hjá SKAT.

Varandi flyting

Brúktir persónbilar kunnu innflytast toll- og momsfrítt sum flytigóðs – treytað av, at tú hevur átt og nýtt akfarið teir seinastu 6 mð. Føroyskt skrásetingarskjal skal vísast sum prógv. Tú kanst ikki selja, pantseta ella útleiga bilin fyrstu 12 mánaðirnar. Tú skalt eisini prógva, at tú hevur búð uttanfyri EU í minsta lagi 12 mánaðir.

Við varandi flyting skalt tú gjalda skrásetingargjald (Indregistreringsafgift). Bilurin skal sýnast og virðismetast. Skrásetingargjaldið av brúktum bilum verður roknað eftir aldur og gjaldskylduga virðinum av bilinum eftir einari gjaldsskrá.

Tað ber til at senda ein fyrispurning til Skat um ásetta virði av einum brúktum bili ella tú kanst fara inn á heimasíðina hjá SKAT og gera eina vegleiðandi útrokning. https://motorst.dk/borger/import-af-bil-eller-mc

Tú kanst fáa Virðisgjald/Skrásetingargjald lutfalsliga afturgoldið, tá bilurin verður tikin úr føroysku skrásetingini í samband við flyting (Løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum…. Kapitul 7) .

Á heimasíðuni hjá SKAT undir Borger – Motor og nummerplader finnur tú aðrar hentar upplýsingar og oyðubløð.

Undir 3 ár

Møguleiki er fyri at søkja um undantøku frá skrásetingargjaldi í samband við fyribils uppihald í Danmark í upp til 3 ár.
Treytirnar eru hesar:
  • tann, sum flytir, skal hava átt og brúkt akfarið í minsta lagi 1 ár frammanundan.
  • tann, sum flytir, skal innanfyri tey seinastu 12 árini hava búð (havt uppihald) í Føroyum í minsta lagi 5 ár. Skjalprógvast við bústaðaryvirlit frá Landsfólkayvirlitinum
  • toll og avgjøld av akfarinum skulu verða goldin.
  • tað skal skjalprógvast, at talan er um eitt fyribils uppihald undir 3 ár.

Fyri at søkja um undantak skulu hesi skjøl latast inn:
  • Ansøgning om afgiftsfritagelse/afgiftsnedsættelse, blanket 21.033
  • Skjalprógv fyri at akfarið hevur verið brúkt í minsta lagi 1 ár (Registreringsattest).
  • Skjalprógv fyri at tann, ið flytir, skal innan fyri tey seinastu 12 árini hava búð ella hava havt uppihald í Føroyum í minsta lagi 5 ár (Skjalprógvast av heimakommuni).
  • Skjalprógv fyri at avgjøld av akfarinum eru goldin.
  • Skjalprógv fyri at talan er um eitt fyribils uppihald undir 3 ár.
  • Køretøjsoplysninger, blanket 21.078
  • Sýn og tollsýn (udvidet registreringssyn).

Sendast til: SKAT, motorbevillinger, Helgeshøj Allé 9, 2630 Taastrup ella við telduposti til motorekspedition@motorst.dk

Verður akfarið selt, ella fer uppihaldið út um ta ásettu tíðina, fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar. Upphæddin verður tann, sum skuldi verið goldin, tá flutt varð.

Loyvið til at nýta akfarið umfatar bert eigaran og persónar, ið hoyra til húskið hjá eigaranum.

Reglurnar eru ásettar í Lovbekendtgørelse 836 af01/07/2011 Bekendtgørelse af lov om registreringsafgift af motorkøretøjer m.v. (registreringsafgiftsloven) § 3.

Til ber at venda tær til SKAT, tlf. 72 22 18 18 – www.skat.dk

Undir 1 ár.

Í samband við fyribils/styttri uppihald í Danmark –185 dagar innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið – kann søkjast um loyvi at koyra við føroyskum nummarplátum í Danmark. Kostnaður 400 kr.
Mælt verður til at søkt verður um loyvi bæði í Føroyum og Danmark áðrenn fráferð.

Akstovan
Hoyvíksvegur 57
FO-100 Tórshavn
Tlf. 35 04 00
www.akstovan.fo
akstovan@akstovan.fo

Í Danmark verður søkt um loyvi hjá:
SKAT
tlf. 72 22 18 18
www.skat.dk

Les meira her: http://www.skat.dk/SKAT.aspx?oId=1716067&vId=0

Skjalprógv fyri arbeiði ella lestur, avrit av føroyska skrásetingarskjalinum (registreringsattest) og kvittan fyri at tú hevur goldið tær 400 kr. skal sendast við.

 Samband til SKAT – Motor

Tú kanst ringja direkta á tlf. +45 72 22 28 71
Skriva teldupost við at logga á SKAT
Persónlig viðtala –  Motorcenter – Mánadag 9.00 – 16.00 og týsdag – fríggjadag 9.00 -14.00
Motorcenter Høje-Taastrup
Helgeshøj Allé 9
2630 Taastrup

Motorcenter Odense
Lerchesgade 35
5000 Odense C

Motorcenter Aarhus
Lyseng Allé 1
8270 Højbjerg

Motorcenter Aalborg
Lyngvej 2
9000 Aalborg

Postadressa
SKAT
Nykøbingvej 76, Bygning 45
4990 Sakskøbing