Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Hvussu verður frítíðarlønin uppspard í Danmark, á hvørja kontu fer hon og hvussu kanst tú fáa hana útgoldnað? Tað greiða vit frá niðanfyri.

Danmark hevur fingið nýggja feriulóg, sum er galdandi frá 1. septembur 2020.

Broytingin er, at man fer frá ‘forskotnari feriu’ til ‘samtíðarferiu’. Tað merkir í praksis, at man fer frá, at man skal spara feriu saman ári fyri man kann halda feriuna – til, at uppspard feria kann brúkas so hvørt.

1. september 2020 byrjaði sum sagt nýggja feriuskipanin – samtíðarferia. Óbroytt er, at man sparir 2,08 feriudag saman hvønn mánað. Tað nýggja er, at tann uppsparda ferian kann haldast eftirfylgjandi mánað.

Um man ikki hevur nok feriudagar til sína planløgdu feriu, kann man gera avtalu við arbeiðgevaran um at fáa feriudagar upp á forskot.

Hevur tú rætt til løn í feriuni, kanst tú harumframt fáa eitt ‘ferietillæg’, svarandi til 1 % av lønini í uppsparingarárinum. Frítíðarískoytið verður vanliga útgoldið í mai mánað. 

Um tú ikki hevur rætt til feriu við løn, fært tú útgoldið frítíðarpening. Arbeiðsgevarin rindar frítíðarpeningin hjá tær (12,5 % av lønini) inn á Feriekonto ella annan útgjaldara. Tú sært um tú hevur frítíðarpening til góðar á borger.dk og tað er eisini via borger.dk tú skal biðja um at fáa frítíðarpeningin útgoldnan.  Leinkja til borger.dk   https://www.borger.dk/arbejde-dagpenge-ferie/Oversigt-ferie