Um tú fært útgoldið eftirløn frá A-kassa í Danmark, kanst tú vera í Føroyum uttan at missa rættin til eftirlønina. Hetta er galdandi, óansæð um tú flytir til Føroya ella bara heldur frí í Føroyum.
Vanliga tekur A-kassin skatt av eftirlønini. Um tú ikki ert skattskyldugur í Danmark, skalt tú fáa til vega váttan frá danska skattavaldinum um hetta. Tá A-kassin móttekur hesar upplýsingar, kann A-kassin lata vera við at taka skattin. Tú skalt sjálv/ur gera skattamyndigleikunum í Føroyum varugir við hesa inntøku.
Vend tær altíð til tín A-kassa, um tú hugsar um at flyta til Føroya og taka eftirlønina við tær.
Um tú flytir til Danmarkar og fært útgoldið uppsparda pensjón í Føroyum, eru ymiskar reglar galdandi viðvíkjandi, hvar skatturin skal rindast.
Set teg í samband við TAKS fyri at hoyra nærri viðvíkjandi skattingini.