Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Í samband við flyting av bili til Føroyar er tað umráðandi at seta seg inn í reglurnar.

Fyri at meta um tað loysir seg at taka bilin við til Føroyar, er tað er eitt gott hugskot at rokna út, áleið hvussu nógv tú skalt gjalda í skrásetingargjaldi í Føroyum og hvussu nógv tú kanst fáa aftur frá SKAT.

Tú tú flytir og fær fastan bústað í Føroyum kanst tú taka bilin við til Føroyar toll- og avgjaldsfrítt, um bilurin er til egna nýtslu. Tú skalt hava átt bilin í minsta lagi í 6 mánaðir og búð í fráflytingarlandinum í minsta lagi eitt ár.

Bilurin skal skrásetast og hava føroyskt nummarspjaldur. Hetta skal verða í lagi áðrenn bilurin kann fáa nummarspjaldur:

  • Tekna trygging
  • Fráboðan til sýn og/ella skráseting skal útfyllast
  • DK registreringsattest
  • Akfarið skal sýnast og góðkennast
  • Gjalda fyri nummarspjøldur, skrásetingaravgjald, vektgjald og skrásetingarsýn

Nærri upplýsingar um reglur, mannagongd, skrásetingargjald og oyðubløð eru at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni: www.akstovan.fo, og undir akfarsskráseting ber tað til at gera eina útrokning av skrásetingargjøldum.

Tá tú flytir til Føroyar og bilurin verður tikin úr Køretøjsregisteret í Danmark, kanst tú søkja um at fáa endurgoldið ein part av ‘registreringsafgiften’ (Registreringsafgiftsloven, Godtgørelse af afgift § 7 b og og § 7 c).  Gev gætur: Upp til 4 vikur áðrenn tú útflytir bilin skalt tú sýna bilin og 14 dagar áðrenn skalt tú biðja SKAT um eina virðisáseting.

Á heimasíðuni hjá SKAT finnur tú nærri upplýsingar og mannagongd í samband við útflytan av bili: Eksport af bil eller MC – Har er eisini leinkja til vegleiðandi útrokning av ‘registreringsafgift’.

Um tú hevur spurningar kanst tú ringja til SKAT á tlf. +45 72 22 28 71.