Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Hvussu er við flyting av fólka- og fyritíðarpensjón? Um tú skalt flyta fólka- og fyritíðarpensjón úr Danmark til Føroya, skalt tú venda tær til bústaðarkommununa og siga frá, at tú flytir heim.

Fólkapensjón
Tey geva tær síðani oyðublaðið “flyttemeddelelse af pension”, og eitt E 115 oyðublað. Samstundis skalt tú hava avrit av pensjónsjáttanini, sum tú allarhelst hevur frammanundan. Hetta skal alt handast Almannaverkinum. Pensjón í Føroyum verður goldin forút.

Fyritíðarpensjón
Um tú hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón í Danmark sambært ‘lov om social pension’ og flytur til Føroyar, so fært tú sjálvvirkandi tillutað hægstu fyritíðarpensjón í Føroyum, sambært ‘løgtingslóg um almannapensjónir’.

Mannagongdin er, at tú kunnar kommununa tú býr í Danmark um, at tú flytur. Í Føroyum setur tú teg í samband við Almannaverkið, sum heitir á viðkomandi myndugleikar í Danmark, um at fáa til vega nøktandi upplýsingar.

Løgtingslóg um almannapensjónir

Nærri upplýsingar um reglur, upphæddir, adressur v.m. eru at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum: http://www.av.fo

Vit mæla til, at tú í landinum tú flytur frá, biður um avrit av týðandi skjølum í málinum, so tú hevur skjølini sjálv/ur.