Bráðfeingis læknahjálp í samband við fyribils uppihald í DK og FO
Danmark
Persónar sum hava bústað í Føroyum og sum eru fyribils í Danmark, til dømis í feriu, hava rætt til bráðfeingishjálp frá donsku sjúkratryggingini.
Tá talan er um bráðliga ella versnaða sjúku, vanlukkur og líknandi, hava føroyingar rætt til somu veitingar sum danir. Men rætturin er treytaður av, at viðkomandi hevur rætt til veitingar frá Heilsutrygd í Føroyum. Børn undir 16 ár við bústaði í Føroyum koma undir limaskapin hjá foreldrunum.
Tá talan er um fyribils uppihald í lestrarørindum, og persónurin varðveitir adressu/bústað í Føroyum, hevur viðkomandi rætt til somu veitingar sum persónar við bústaði í Danmark. Við at venda sær til uppihaldskommununa fæst ein serlig váttan – Sundhedskort -, ið gevur rætt til veitingar eftir “Sundhedssloven”. Veitingar, sum talan er um her, eru ókeypis læknahjálp hjá praktiserandi lækna og á sjúkrahúsi og hartil ískoyti til heilivág og annað.
Um sjúklingurin sjálvur hevur goldið fyri viðtalu ella viðgerð hjá einum praktiserandi lækna, veitir uppihaldskommunan endurgjald. Sjúklingurin skal venda sær til uppihaldskommununa við kvittan fyri útreiðsluna og søkja um endurgjald.
Viðgerð og onnur veiting verður ikki veitt út yvir ta tíðina, har heilsustøðan hjá sjúklinginum loyvir heimferð til Føroya. Viðgerð eigur tó ikki at verða noktað, tá tað eftir umstøðunum ikki verður mett rímiligt at vísa sjúklinginum til viðgerðar í Føroyum.
Reglurnar eru ásettar í: Bekendtgørelse om praksissektorens ydelser til personer med bopæl på Færøerne eller i Grønland under midlertidigt ophold her i landet. BEK nr 565 af 29/04/2015.
Føroyar
Persónar sum hava bústað í Danmark og sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, hava í samband við brádliga íkomna sjúku ella skaða ella versnandi varandi sjúku rætt til ávísar veitingar eftir heilsutrygdarlógini.
Reglurnar eru ásettar í: Kunngerð nr. 135 frá 17. desember 2012 um rætt til veitingar frá heilsutrygd fyri persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum.