Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Høvuðskort/bikort

Tú hevur sum útgangspunkt eitt høvuðskort og eitt bikort. Á høvuðskortinum liggur persónsfrádrátturin, sum er kr. 46.600,-  í 2022 fyri alt árið (46.700 kr. í 2021). Ert tú lesandi, brúkar SU títt høvuðskort og arbeiðsgevarin títt bikort. Av bikortinum rindar tú vanligan skatt, áleið 37%. Arbeiðsgevarin trekkir tó fyrst 8% av lønini í AM-bidrag, áðrenn tey 37% verða trekt í skatti.

Bruttotrekkort:

Er eitt skattakort, sum kann verða gagnligt um tú fært SU og hevur føroyafrádrátt til arbeiðsinntøkuna. Her rindar tú sama skattaprocent av bæði SU og lønarinntøkuni. Skatt roknar út hvussu nógv prosent tú skal rinda fyri at koma at rinda rætta skattin gjøgnum árið.

Her er umráðandi at tú uppgevur neyva lønarinntøku, heldur uppgeva ov lága enn ov høga, tí annars kemur tú at rinda ov lítið í skatt.

Sum vegleiðandi hava vit roknað út, at um tín lønarinntøka fer upp um kr. 22.000,- fyri alt árið, umframt SU,  kann tað vera skilagott at biðja um eitt bruttotrekkort fyri at blíva rætt skattað/ur.

Fríkort:

Er eitt skattakort, sum kann nýtast, um inntøkurnar eru lægri enn frádráttirnir, ella um tú longu hevur goldið neyðuga skattin fyri árið, og tú tískil kanst fáa løn og møguliga SU-útgjaldið skattafrítt restina av árinum.

Um tú ynskir eitt bruttotrek- ella fríkort, skal tú senda umbøn til Skat gjøgnum tína skattamappu á skat.dk.